Vikan í tónleiki
Shakespeare, sangleikur ella tungmálmur - hesa vikuna koma tað at vera nógv ymisk og øðrvísi tónleika tiltøk, og her verður heilt sikkurt eisini okkurt til tín!
20.03.2017 - 21:15

20. mars, mánadagur

Í kvøld byrjar sangleikurin “Hodja úr Pjort”, sum 10. flokkar í Tofta- og Runavíkar skúla framføra. Sangleikurin verður sýndur í Løkshøll til og við 22. mars, og atgongumerki kunnu keypast fyri 50 kr ein tíma undan sýning.

 

21. mars, týsdagur

Trúfasti týsdagsjazzurin í Hvonn er aftur í morgin, og hesaferð spæla Rógvi Trio. Týsdagsjazzurin byrjar klokkan 21 og er ókeypis.

 

22. mars, mikudagur

Reinsaríið
Mikudagin er Open Mic aftur sum vant, og hesaferð gestar freestyle rapparin IQ (Pateh Bah) úr Gambia, umframt at Monkey Rat spæla sum vant. 

Open Mic byrjar klokkan 19.30 og er ókeypis.

 

Norðurlandahúsið
Tarira kórið framførir Shakespeare saman við sjónleikarunum Riu Tórgarð og Gunnvá Zachariasen. Vilt tú uppliva okkurt øðrvísi tónleikarliga, so er hetta heilt víst nakað, tú átti at farið til.

Konsertir vera í Norðurlandahúsinum 22/3 klokkan 19.30, og í Toftaskúla hósdagin 23/3 klokkan 19.30. Atgongumerki kosta 120 kr og kunnu keypast á nlh.fo.

 

24. mars, fríggjadagur

Norðurlandahúsið
FMA vinnararnir í Konni Kass koma at spæla í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, og hetta kemur at vera einasta konsert hjá bólkinum í Føroyum í vár. Ætlar tú at náa at síggja superstjørnurnar, áðrenn tey fara víðari á konsertferð, so er at skunda tær at ogna tær atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.

 

Í vindmyllulundini í Húsahaga

Øðrvísi, ja, men VisitTórshavn skipar fyri einum smærri túri, har tú kanst sleppa við niðan at vitja vindmyllulundina hjá SEV. Klokkan 19 fer ein bussur úr Steinatúni, har tit sleppa at hoyra ymiskt um vindmyllulundina og síðani at vitja koplingarstøðina hjá SEV.
Og, nú kemur tað tónleikaliga innslagið; Kristina Bærendsen fer at spæla.
Tiltakið er ókeypis, og alt sum krevst er at melda til antin við at ringja 302425, ella við at skriva teldupost til torsinfo@torshavn.fo. Eisini ber til at troppa upp hjá Visit Tórshavn í Steinatúni og melda til har.

 

25. mars, leygardagur

Sjónleikarhúsið
Tungu tónarnir koma at braka í sjónleikarhúsinum leygardagin, tí tá vendir Wacken Metal Battle enn eina ferð aftur, og í ár koma 6 bólkar at spæla; fimm, sum kappast, og ein spælir, meðan dómararnir døma. Hetta er avgjørt best skipaða og størsta tiltakið, sum er, tá tað kemur til føroyskan málm, og vilt tú sleppa at fordjúpa teg í toppinum av føroyskum málmi – jamen so er tað har, tú skalt vera leygardagin. Bólkarnir, sum kappast, vera Asyllex, Goresquad, Iron Lungs, Bragdarlogi og Necrolepsia, og gestirnir vera WMB vinnararnir úr 2016 Svartmálm.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

 

Norðurlandahúsið
Heiðurskonsert verður fyri Kristiani Blak, av tí at hann fyllir 70 ár. Fá hava verið so eldhugaði og gjørt eins nógv fyri føroyska tónleikin, sum Kristian Blak, og hetta kvøldið koma ymiskir bólkar og tónleikarar at framføra ymiskar sjangrur fyri at heiðra Kristiani og øllum tí, hann hevur gjørt fyri føroyskar bólkar.

GG.  Heitt verður á fólk at avheinta atgongumerkini í móttøkuni í Norðurlandahúsinum ella í Kunningarstovuni í Havn so tíðiliga sum gjørligt áðrenn leygardagin. Tey, sum ikki fáa heintað sítt atgongumerki í góðari tíð, kunnu fáa tað við dyrnar, so leingi pláss er.

 

Reinsaríið
Og síðst, men ikki minst, Earth Hour konsert verður í Reinsarínum. Hetta verður ein akustisk konsert í sambandi við Earth Hour tiltakið, sum snýr seg um at sløkkja ljósið ein tíma leygardagin. Skráin byrjar klokkan 21.40 við Guðrið Hansdóttir, síðani verður fyrilestur við Kára Mortensen fyri ORKA: Føroyar á einum orkuvegamóti, og klokkan 22.25 spælir Hans Andrias.
Tiltakið er ókeypis.

 
 

 

 

Myndarøð: Summarfestivalurin Klaksvíkin í festivalhýri á Summarfestivalinum. Síggj stemningsmyndir frá fríggjadegnum
Ummæli: hipp hopp og opera Les, hvat Røddin helt um DansiEksperimentið 2017
Sesh'17: Skating knýtir fólk saman Skating, hugni, kappingar og samanhald
4 tær bestu reality-sendingarnar nakrantíð! Keðir tú teg, og ynskir tú at missa eitt par av heilakyknum?
Ummæli: Grotto Konsert Summarið í Føroyum hevur nógv at bjóða, og kanska fyri okkum føroyingar er tað ikki so spennandi at ganga niðan á eitt fjall, men ein “grotto konsert”? Tað er vert at royna