Nýggj og øðrvísi útgáva: Söl

Nýggj og øðrvísi útgáva: Söl
Fríggjadagin kom seinna lagið av nýggju og øðrvísi útgávuni hjá The Absent Silver King út.
17.08.2014 - 13:30

The Absent Silver King, sum er mannaður av forsangara Trygva Danielsen, trummuspælara Per I. Højgaard, bassleikara Karl Andrias Stóra og gittarleikarunum Boga Á Lakjuni og Jón McGavin, útgóvu seinasta summar teirra fyrstu plátu og hartil eisini eitt yrkingasavn, men hesuferð verður tað øðrvísi.

 

Føroyski bólkurin, The Absent Silver King, er við fullari ferð í holt við at geva út eina digitala útgávu við fýra løgum, útgávan kallast Söl. 

Mátin, teir hava valgt at gera hetta, er við at útgeva fýra videoløg. Tað eru inntil víðari útgivin tvey út av teimum fýra løgunum, og hesi kunnu síggjast og hoyrast á youtube.

 

Fyrsta lagið: https://www.youtube.com/watch?v=T5BPyBDIjQQ

 

”Tónleikurin er úrslitið av talleysum tímum av leysum jammi, sum vit hava tikið uppá á diktafon, lurtað eftir og so valgt nøkur grooves burturúr, sum vit so upptóku í bunkaranum hjá Benjamin.”

 

Seinna lagið: https://www.youtube.com/watch?v=BrlxkaDI74A

 

Er man áhugaður í nýggju útgávuni, Söl, hjá The Absent Silver King, so er at fylgja við á facebook síðuni hjá teimum, har teir leggja løgini út eitt eftir eitt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.