Spegil, spegil á vegginum…

Spegil, spegil á vegginum…
- Facebook er størsti sosiali felagsskapurin, men kanska eisini tað staðið, har vit kenna okkum mest einsamøll, heldur Kára Bjarnadóttir Jakobsen, ið hevur skrivað tíðargrein um sosialar miðlar.
24.09.2014 - 16:00

“Spegil, spegil á vegginum her; hvør er vakrast í hesu verð?“

Vit kenna øll restina av ævintýrinum og hava ivaleyst ymiskar persónligar hugsamanrenningar í samband við ævintýrið um Snjóhvítu. Men mín spurningur er: Hvussu sær Snjóhvíta út í dag? Hvør er tann modernaða stjúkmamman? Og hvar er spegilin?

 

Eg havi hug at svara: Facebook. Facebook er nútíðarspegilin – spegilin, vit øll meta okkum eftir. Og røddin hjá spegilinum eru likes, viðmerkingar, hashtag o.s.fr. Ítøkilig viðurskifti, ið avgera, hvørji vit eru, og hvussu vit skulu vera.

 

Skeiv mynd av veruleikanum

Lat meg fyrst og fremst siga, at eg haldi, at Facebook hevur nógvar góðar fyrimunir. Facebook gevur mær ein gyltan møguleika at samskifta bæði skjótt og fjølbroytt og gevur mær sostatt møguleika at gerast partur av eini størri sosialari heild.

Harafturímóti er Facebook við til at broyta sjálvsmyndina. Við øllum perfektiónunum, sum sveima runt á alnótini, er lætt at drukna í samanberingum, undirlutakenslum og eini skeivari mynd av veruleikanum.

 

Kapping um likes

Vit kenna tað øll. Hon, sum altíð leggur tær bestu og stuttligastu myndirnar út og fær tey flestu likes’ini, hevur aftur lagt eina festliga mynd út av sær sjálvum og vinfólkum, ímeðan tey hava tað ordiliga stuttligt. Ímeðan ein sjálvur situr einsamallur heima, verður ein settur andlits til andlits við frálíka, farvuríka og fantastiska lívið hjá øðrum.

Dagin eftir er okkara túrur, og ímeðan vit ordiliga hugna okkum, verður klikkað og klikkað og klikkað, soleiðis at heimurin skal síggja okkum mitt í rokanum – mitt í øllum herligheitunum.

Og soleiðis heldur tað á fram. Kappingin um at vera penast, lekkrast, og stuttligast gert harðari og harðari.

 

7 tímar um dagin

Ein kanning hjá TNS Gallup vísir, at børn og ung brúka í meðal 7 tímar dagliga framman fyri einum skíggja. Her er talan um bæði spøl, skemtirøðir, Facebook, Instagram o.s.fr. Sostatt liva vit í einum samfelag, har tann ungi brúkar ein stóran part av gerandisdegnum framman fyri einum skíggja. Og tá ið filmar, sendingar og facebookmyndir øll vísa tann lekrasta veruleikan, verður tað standardurin. Tað, sum tann ungi metir seg og onnur eftir.

 

Sterkasti maðurin í bygdini

Tann grundleggjandi trupulleikin er samanberingin. Samanberingin, sum gevur tí unga undirlutakenslur, øvundsjúku og kanska eisini einsemi at stríðast við.

Eg sigi ikki, at samanbering er nakað nýtt. Menniskju hava altíð samanborið seg við hvørt annað: hvør maður var sterkastur í bygdini, og hvør kvinna fekk flest synir. Men tann tíðin, vit brúka á Facebook, har vit verða speglað í hvørjum øðrum við so ítøkiligum viðurskiftum sum likes og viðmerkingum, hevur ongantíð fyrr verið so stórur partur av gerandisdegnum sum nú.

 

Yvirflatiskur samleiki

Alt hetta viðførir, eftir mínum tykki, ein ungdóm, sum hevur nógvar góðar grundir til ikki at vera nøgdur við seg sjálvan. Vit fáa samstundis eisini ein ungdóm, ið vísir ein útvortis samleika, ið er yvirflatiskur og ofta bert eitt úrslit av tí, sum sosialu miðlarnir krevja.

Krøvini eru, at vit skulu vera penast, stuttligast og glaðast. Hetta fær meg at hugsa um Homer Simpson, sum sigur: ”No matter how good you are at something, there’s always about a million people who’s better than you.”

 

Bundin at skerminum

Tá ið vit dagliga sita 7 tímar framman fyri einum skermi, gerast likes’ini, viðmerkingarnar og mussi-smileyini kanska tær einastu viðurkenningarnar, vit fáa. Hetta viðførir, at vit gerast bundin at skerminum – skermurin, sum gevur okkum viðurkenning. Men samstundis eisini skermurin, sum gevur okkum 1000-tals grundir til ikki at vera nøgd við okkum sjálvi.

 

Snjóhvíta er ein utopi

Eg sigi ikki, at vit skulu sletta okkara Facebook-profil og heldur ikki, at vi skulu lata vera við at leggja myndir út á Instagram. Men vit skulu, ung sum eldri, hugsa um, hvønn veruleika vit síggja og skapa. Vit mugu læra okkum at síggja menniskjað handan likes’ini, handan myndirnar, ja, handan alt fýrverkið, sum vit dagliga pynta okkum við. Og vit mugu læra okkum at fáa eygað á og virðismeta tann innara samleikan.

Haraftrat skulu vit ikki lata skermin greiða okkum frá, hvat vit ”eru”. Tí idealið, perfektiónin, ja, Snjóhvíta er ein utopi. Vit mugu ansa okkum eftir ikki at gerast sum gamla, øvundsjúka og einsamalla stjúkmamman, sum ongan annan hevur uttan spegilin.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.