- Ivaðust í, um eg fór at blíva 25 ár

- Ivaðust í, um eg fór at blíva 25 ár
- Tá eg var seks ára gomul, vigaði eg næstan 70 kilo, og tá eg var stórst, vigaði eg 130 kilo. Læknarnir ivaðust í, um eg yvirhøvur bleiv 25 ár, um eg helt áfram á henda hátt, sigur 20 ára gamla Bjørg Jóhanna Bjarnadóttir Poulsen
26.09.2014 - 19:45

Bjørg Jóhanna Bjarnadóttir Poulsen hevur, so leingi hon minnist, havt trupulleikar við vektini. Av tí at hon varð so illa happað, tordi hon ongantíð at spyrja seg til ráðs. Hon var bangin fyri, hvat onnur fóru at siga. Í fríkorterinum gekk leiðin ofta niðan í SMS. Fastfood og góðgæti gjødust tískil dagligur kostur. Bæði heima og í skúlanum, leitaði hon sær ugga í matinum.

 

- Í Burger King ljóðaði matskráin á ein Big King XXL og eyka leykringar og nuggets. Meg minnist ikki, at vit hava etið nakað serligt av fastfood har heima. Tað vóru matmongdirnar, ið vóru trupulleikin. Eg át ofta, bert tí at eyguni mungaðu. Tá tað var uppá tað ringasta, kundi eg finna uppá at eta úr skrellispannini. Eg havi í øllum førum etið fyri tveir persónar hvønn dag, og viðhvørt so nógv at eg ikki kundi flyta meg.

 

 

Gjørdu leikbúna til øll uttan meg
Bjørg Jóhanna hevur ongantíð havt nakrar veruligar vinir, bara familjuna. Gjøgnum øll fólkaskúlaárini varð hon happað, men tað var ikki fyrr enn hon kom upp í 3. flokk, at hon varnaðist, hvussu ring happingin var. Tey goymdu hennara ting og brendu hennara jakka.

 

- Tað ringasta var, tá vit skuldu spæla sjónleik um jólini. Tá gjørdu tey leikbúna til øll uttan meg. Tá vit vóru á námsferð søgdu næmingarnir eisini, at eg ikki mátti hoppa, tí so fór Hong Kong at koppa. Meg minnsit ikki, at lærararnir nakrantíð hava traðkað til og gjørt nakað við happingina. Tað einasta sum rennur mær í huga, var, tá eg bleiv vaskað í kavanum av nøkrum dreingum. Tá kom ein lærari og bað teir steðga, men ongantíð meira enn tað.

 

Eftir at hava lokið fólkaskúlan fór hon til Danmarkar á ein eftirskúla, sum var ætlaður fólki, ið høvdu trupulleikar við vekt.

 

 

Mynd áðrenn og aftaná Bjørg Jóhanna var á eftirskúla. Tá hon fór, vigaði hon 111 kilo, og tá hon kom heim fór hon niður á 96 kilo, og tapti seg síðan víðari heima í Føroyum niður á 79 kilo.

 

 

 

Ivaðust í, um hon fór at fylla 25 ár
Bjørg Jóhanna byrjaði so smátt missa mótið um jóltíðirnar og gav upp. Hon leitaði sær aðrar leiðir, og avgjørdi at fáa sær skurðviðgerð gastric-sleeve, sum tekur 80% av maga-sekkinum. Hon mátti avlýsa, tá hon varnaðist, at hon var við barn. Hon avgjørdi síðan meðan hon gekk við barninum, at áðrenn dóttirin gjørdist 2 ára gomul, skuldi hon fara nógv kilo aftur. Eftir at hon átti dóttrina Helmu, fór hon upp á 144 kilo. Tankin um skurðviðgerðina byrjaði aftur at gera seg galdandi. Hon gjørdi av, at fara niður til kontról fyri at vita, um hon slapp at gjøgnumføra skurðviðgerðina. Bæði læknarnir í Føroyum og Danmark søgdu, at teir ivaðust í, um hon fór at fylla 25 ár, um hon fór at blíva við at vera so stór.

 

- Skurðviðgerðin kemur at ávirka meg á tann hátt, at eg kann eta tað vanliga, men eg verði bara skjótari mett. Av tí eg eri undir 25 og havi BMI undir 50, so fái eg ikki stuðul frá landinum, men foreldrini hjá mær leggja pening út fyri meg.

 

 

Strævið at lata seg í klæðir
Avleiðingar av yvirvektini hava verið harðar. Tað hevur millum annað verið sera torført at funnið sær arbeiði, strævið at tikið sær av dóttrini og nærum ígjørligt at funnið vøkur pløgg í føroysku klædnahandlunum.

 

- Eg havi havt tað torført við at funnið arbeiði. Eg fái altíð at vita, at tey hava funnið onkran annan, men fái so at vita frá øðrum, at tann veruliga orsøkin er orsakað av, at eg eri yvirvektig.

 

Eisini einfaldar støður, so sum at lata seg í klæðir, hava verið strævnar fyri Bjørg Jóhannu, av tí at tað hevur verið drúgt at strekkja seg. At fylgja við øðrum, tá tey ganga hevur eisini verið tungt, tí hini aloftast ganga skjótari enn hon.

 

 - Tá eg skal sóla mær, siti eg altíð væl klødd, tí eg eri flóv av mínum kroppi. Eg kann heldur ikki keypa vanlig klæðir í klædnahandlum, tí eg passi ikki nakað. Eg má fara í handlar, sum hava pløgg til størri fólk, og tað eru aloftast sovorðni ommu-klæðir.

 

Bjørg Jóhanna hugsar nógv um framtíðina hjá dóttrini, tá talan er um kost.

 

- Eg fari at royna at gera mítt fyri, at hon ikki fer at arva mín lívsstíl. Eg vil jú ikki, at hon skal fara ígjøgnum tað sama sum eg og verða happað, tá hon kemur í skúla.

 

 

Men nú er vent í holuni
Bjørg Jóhanna venur í dag umleið 4-5 ferðir um vikuna, har hon oftast er til holdvenjingar. Tá hon ikki fær nakran at passa dóttrina, fer hon langar túrar ístaðin.

 

- Til tíðir kann tað vera øgiliga hart at taka seg saman at fara at venja, men tíbetur eru tað fleiri, ið geva mær motivatión. Familjan hjá mær er øgiliga góð at stuðla mær.

 

Fyri at fáa motivatión aðrastaðni frá, hevur hon gjørt ein facebook bólk, sum eitur Bjørg Jóhanna’s kamp frá 130 Kg til 70 Kg.

 

- Eg havi sæð fleiri, sum hava gjørt slíkan bólk á Facebook. Tær flestu av síðunum umrøða fólk, ið hava verið stór og nú eru farin aftur í vekt. Tískil vildi eg royna at gera tað umventa, soleiðis at tey kunnu fylgja við. Tað leggur onkursvegna størri trýst á, av tí eg veit, at tað eru fólk, sum fylgja við á bólkinum, sigur Bjørg Jóhanna at enda.

 

Hoyr alla samrøðuna við Bjørg Jóhonnu í sendingini RöddinLive her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.