Royn teg sum leikara í nýggjum filmi

mynd frá upptøkunum av Vetrarmorgun
Royn teg sum leikara í nýggjum filmi
Sakaris Stórá fer undir eina nýggja filmsverkætlan og leitar tí eftir leikara.
05.11.2014 - 18:45

Føroyska filmsvinnan hevur ment seg nógv seinastu árini, og tað eru serliga nógv ung, ið royna seg innan hesa grein. Heiðrik á Heygum er ein av teimum, ið hevur gjørt nógv seinastu tíðina. Hann hevur gjørt nógv sjónbandaløg fyri føroyskar tónleikarar sum eitt nú Eivør, og til nýggja staklagið hjá BYRTA. Heiðrik hevur eisini frumsýning av fráfarðingarfilminum hjá sær í dag í Danmark. 

 

Sakaris Stóra er eisini ein, sum av álvara hevur sett síni spor á føroysku filmsvinnuna við stuttfilmum sum Summarnátt og Vetrarmorgun á baki.

 

Les eisini: Síggj filmin Skuld í Keypmannahavn 

 

Sakaris vann Geytan í 2012, fyrstu almennu føroysku filmsvirðislønina, við filminum Summarnátt. Høvuðsleikararnir í filminum eru Renata Jensen og Armgarð Mortensen.

 

Vetrarmorgun, sum er sama konsept, hevur eisini staðið seg sera væl. Hann vann Grand Prix virðislønina fyri besta stuttfilm 2014 á Generation 14plus festivalinum í Berlin. Høvuðsleikararnir í filminum eru Armgarð Mortensen og Helena Heðinsdóttir Jørgensen.

 

Les eisini: Hevur tú ein filmsleikstjóra í búkinum?

 

Nýggj filmsverkætlan komandi ár
Sakaris Stórá leitar nú eftir høvuðsleikara til eina nýggja filmsverkæltan, sum hann fer at arbeiða víðari við komandi árið. Høvuðsleikarin er ein 16 ára gomul genta, men leikarin kann vera eldri ella yngri, frá 15 til 20 ár, um tað er tann rætti persónurin.

 

Upptøkuroyndir verða á Føroya Fólkaháskúla 14-16 novembur, og áhugað kunnu senda ein meyl á Fishfilmfaroes@gmail.com. Freistin at melda seg til er 12. novembur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.