HULDA á konsertferð

HULDA á konsertferð
Nýggja songkvinnan á konsertferð í Danmark og Sveits
29.01.2015 - 21:30

Nýggja føroyska songkvinnan HULDA er í løtuni á konsertferð, har hon vitjar Danmark og Sveits.

 

Tað er Nordisk, sum skipar fyri konsertferðini.

 

Les meir um Nordisk her

 

Saman við HULDA luttaka bólkarnir Blaue Blume og New World Vulture, og á nøkrum konsertum avloysir Ida Wenøe Blaue Blume.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar luttaka á konsertferðini, sum Nordisk skipar fyri. Í 2013 var bólkurin Frostfelt við, og í 2014 var Byrta við.

 

Hoyr lagið ”Sail On” her.

 

Handan navnið HULDA goymir songkvinnan Rannvá Helenúdóttir seg, og við sær á ferðini hevur hon Sakaris Emil Joensen.

 

HULDA hevur higartil givið fýra stakløg út. 20. februar kemur plátan hjá HULDA, HULDAsound, út digitalt, og í mars kemur hon út sum fløga. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.