Sement Finalan verður stroymað saman við RøddinLive

Sement Finalan verður stroymað saman við RøddinLive
Um tú ikki fert oman í Reinsaríið leygarkvøldið, ber til at fylgja við stroymingini á kvf.fo
21.05.2015 - 17:00

Leygarkvøldið kl. 20.00 verður Sement finalan skotin í gongd. Umframt heiðurin fær vinnarin eitt gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Studio Bloch. Gávubrævið hevur eitt virði á umleið 17.000 krónur. Harafturat fær vinnarin eisini eitt gávubræv á 3.000 krónur, ið Simme Musikkhús letur.

 

Um tú ikki fert oman í Reinsaríið leygarkvøldið, ber til at fylgja við stroymingini á kvf.fo. Umframt tónleik vera eisini samrøður við finalistarnar og ymiskt annað á skránni.

 

Teir fimm sera fjølbroyttu finalistarnar, ið eru eftir, eru: Konni KassRökkvi, Tummas Eivind og Hans Arni, Iron Lungs og Sissal. 

 

Fylg við á stroymingi á kvf.fo leygarkvøldið klokkan 20.00.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.