- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Ein fjaldur gentudreymur
20 ára gamla Turið Elinborgardóttir gongur til dagliga á Føroya Handilsskúla, men í summar skal hon luttaka í Miss Universe Danmark kappingini, har hon er einasta føroyska umboðið.
Ein fjaldur gentudreymur
Turið meldaði seg til kappingina ígjøgnum eitt uppslag hjá Lailu av Reyni. Mann skuldi einans viðmerkja Instagram brúkara, Facebook brúkara, teldupost og telefonnummar. Hetta var so einkult, og forvitnið eftir at vita, um hon kundi koma við, fekk hana at royna.
- Eg veit ikki heilt hví, men onkursvegna er hetta nakað, sum gentur altíð hava hildið vera kul og spennandi. Serliga tá mann sær filmar við Miss Universe kappingum, so hugsar mann "áá, hvat hevði tað verið stuttligt at upplivað." Hetta er ikki nakað, eg akkurát havi viljað leingi, tí eg havi ongantíð meldað meg til nakað sovorði fyrr. Tað er bara ein fjaldur gentudreymur, og eg veit, at fleiri gentur í Føroyum hugsa tað sama. Í næsta ár fáa eisini tær møguleikan at útspíla sín vakurleika, tí tá koma vit til Føroya.
- Eg havi altíð verið ein 'down to earth' persónur
Turið Elinborgardóttir hevur áður gingið mótasýningar og verið modell fyri fotografar, men hetta er ikki nakað, hon vil liva av. Hon hevur ætlanir um at verða hárfríðkari í framtíðini.
- Systrarnar hjá mær hava altíð tosað um, at eg skuldi roynt at søkt inn á ymisk modell bureau, og eg fekk eina ferð ein góðan møguleika at sleppa inn. Men tað er ikki heilt nakað, eg vil liva av, og tað føli eg, at mann má, fyri at verða modell.
Turið er upprunaliga úr Hoyvik, men er flutt til Skopunar at búgva, tí sjeikurin býr har. Hóast nógv halda, at tað er undarligt, at hon flytir úr miðstaðarøkinum til Skopunar, so hevur Turið altíð dámað best at búð í einum friðarligum umhvørvi. Hon dámar væl at vera Skopun, men er ofta í Havn og vitjar.
- Eg havi altíð verið ein 'down to earth persónur', og tað besta, eg veit, er at búgva í einum friðarligum umhvørvi. Eg eri so heimkær, og livir tú sum modell, so býrt tú nærmast í einum kufferti. Eg haldi, at tað er mega kul, men hetta er ikki akkurát eg.
Endamálið er at vísa vakurleikan innan sum uttan
Tað eru kvinnur í aldrinum 18 til 25, sum kunnu luttaka í kappingini. Endamálið við tí er at vísa, hvussu vakurleikin ikki bert er uttaná, men minst líka nógv innanfyri. Tað snýr seg um, hvussu mann brúkar vakurleikan hjá sær.
- Tað fylgir ein ábyrgd við, tá tú stillar upp sum Miss Universe. Nógv fólk hyggja og fylgja við, og longu tá ert tú ein fyrimynd fyri summi. Tað er umráðandi, hvussu tú ert sum persónur, fortelur tína søgu og hvørji mál tú hevur. Ein Miss Universe skal eisini hjálpa teimum neyðstøddu, vitja barnaheim, sjúkrahús og gera mun hjá fólki rundanum.
HeinesenMyndir
Leita eftir einum at skipa fyri Miss Universe í Føroyum
Í løtuni eru ikki so nógvir føroyingar, sum hava við kappingina at gera. Tey leita tó eftir einum at vera við til at skipa fyri Miss Universe Føroyar. Laila av Reyni er við sum dómari, og so ger hon eisini kjólar. Silvursnið hevur eisini fingið heiðurin at gera krúnuna, sum Miss Universe fær.
Bert positivar afturmeldingar
Turið hevur fingið nógvar positivar afturmeldingar, síðani hon er sloppin við í kappingina.
- Fólk ynskja mær tillukku og fortelja, hvussu flott tað er, og nógv gleða seg at fylgja við. Tað er ordiliga stuttligt, og onkuntíð verði eg heilt flov av at fólk, eg møti, siga: "hygg Miss Universe". Men hetta er heilt sikkurt tað stuttligasta og størsta, eg komi at uppliva. Ein sannur dreymur.
Kappingin verður leygardagin 15. august. Tað ber til at fylgja við Turið og øllum tí, sum fer at henda á hennara Facebook síðu.
Röddin ynskir Turið góða eydnu við kappingini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |