"Okkurt má eg hava gjørt rætt" - Turið er Miss Earth Denmark

"Okkurt má eg hava gjørt rætt" - Turið er Miss Earth Denmark
Turið Elinborgardóttir greiðir frá luttøkuni í vakurleikakappingini 'Miss Universe Denmark', og hvørjar kenslur, vónir og ætlanir hennara eru nú
17.08.2015 - 22:30

Turið Elinborgardóttir er Miss Earth Denmark

Leygarkvøldið gjørdist føroyska Turið Elinborgardóttir Miss Earh Denmark, tá hon vann annað pláss í kappingini Miss Universe Denmark.

 

- At bera heitið Miss Earth Denmark er fantastiskt. At vita, eg sleppi at luttaka í eini av størstu vakurleikakappingunum í heiminum, er heilt stórt og ein møguleiki, ið eg fegin takki ja til.

 

Turið hevur samband við leiðsluna í stóru internationalu kappingini Miss Earth og er sera væl dámd.

 

- Tey hava longu sagt mær, hvussu væl teimum dámar meg, so okkurt má eg hava gjørt rætt. Tey rósa mær nógv og kalla meg teirra yndis, men tað lati eg tó ikki taka meg av bóli. Eg fari at kempa hart fyri fyrsta plássinum.

 

Miss Earth skal vera hjálpsom

Miss Earth er ein kapping, sum fevnir nógv um umhvørvið, persónligheit og hjálpsemi aftrat vakurleika. Hetta heitið heldur Turið hóskar sær væl.

 

-  Sjálv haldi eg, at heitið passaði mær best, og eg ynski fegin at bera tað internationalt. Eg ynski at skapa eina hjálparmiðstøð fyri børn og ung. Har vil eg veita hjálp við trupulleikum sum tunglyndi, etingarólag, sálarligum og kropsligum harðskapi, happing, kynsligari misnýstlu og annað. Hóast tað eru líknandi støð, so haldi eg, at tað manglar at varpa ljós á hetta. Men fyrst má eg gera miðnámsskúlan liðnan.

 

Miss Critical Beauty

Turið vann eisini annað heitið, sum er kallað Miss Critical Beauty. Hetta var ein kapping, sum fyrigekk á Facebook. Luttakandi gentan á myndini, sum fekk flest likes, vann heitið.

 

 - Eg vann heitið, eitt Michael Kors ur, Chanel parfumu, Ralph Lauren sólbrillur og ymisk krem, so vinningarnir vóru sera góðir.

 

Enn ein kapping á skránni

Kappingin um heitið Miss Universe Denmark er endað, men tó er nógv fyri framman hjá Turið, og fyrireikingarnar til Miss Earth eru nógvar.

 

- Vit skulu finna stuðlar, nýggir kjólar verða sniðgivnir og nógv annað. Eg skal millum annað hava ein nationalan búna, sum nokk verður ein samanseting av føroyskum og donskum.

 

Miss Universe er læruríkt

Turið er sera spent uppá komandi Miss Earth kappingina og hevur lært nógv frá kappingini, sum júst er farin um bak. Hon er opin fyri at læra meir og vil viðmæla øllum ungum gentum at royna seg í líknandi vakurleikakappingum.

 

- Eg havi lært ótrúliga nógv um meg sjálva og líknandi kappingar. Jantelógin kemur ofta upp at venda, men eg havi lært at trúgva upp á meg sjálva og gera tað, eg ynski. Tað vil eg áheita øllum at gera. Fylgið tykkara dreymum og ikki hugsa um, hvat onnur halda. Tú avger, hvør tú ert. Krógva teg aldri orsakað av døming. Tað havi eg lært. Eg havi fingið nøkur fantastisk minnir og enn fleiri koma! Eg vil sterkt viðmæla øllum gentum at royna seg í líknandi kappingum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.