- Tíðindi, mentan og ítróttur
Röddin ummælir mat á G!
Asiatiskt Tom Yum
Rættur: Høsnarungi við grønmeti, sós og rísi.
Prísur: 70 kr.
Rísini fáa dumpikarakter! Tey eru vát, smakkleys og ov nógv kókað. Afturvið rísunum er høsnarungi og grønmeti við asiatiskari sós. Høsnarungin er ok, men lítil smakkur. Sósin rein ikki við smakkleykirnar. Ein vatnsopi var ikki neyðugur aftur við matinum. Babymaisini smakkaðu væl, men har vóru bara 3-4 bitar.
Smakkleyst, ikki mettandi og óasiatiskt.
2 av 6 R'um
Grillað lambskjøt
Rættur: Lambskjøt, rómaeplir, tzatziki og salat
Prísur: 99 kr.
Lambskjøtið smakkar væl, hóast tað ikki smakkar av grill. Salatið og tzatziki er frískt, og rómaeplini eru góð, men av tí at eg var nærum líka svong aftan á eg hevði etið, sum áðrenn, meti eg ikki rættin at vera verdan tær 99 kr. Eg vil einans viðmæla tað til teirra, sum absolutt ikki vilja eta vanligan festivalmat, hóast hetta ikki kann metast við heimagjørt lambskjøt.
Rætturin fær 3 út av 6 R'um.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |