Tjóðskaparligur andi á G!

Tjóðskaparligur andi á G!
Á sandinum veittrar Merkið í húnarhátt, og tríggjar konur lurta eftir føroyskum tónleiki við føroyskum flaggi á kjálkanum.
17.07.2015 - 09:00

Tróndur í Gøtu, hevði manga orrustu við Sigmund Brestisson, ið vildi leggja Føroyar undir Norra. Tróndur bleiv í tjóðskaparromantikkini ein ímynd av føroyska tjóðskapinum. Tann tjóðskaparkenslan hevur sett síni spor í Gøtu. 

 

Tríggjar tjóðskaparligar frýr

 

- Vit elska G! og Svanna fyllir 28 ár. Hvørt ár er tað traditión, at vit ganga við flaggi á kjálkanum. Hetta er 11 árið á rað, at Svanna gongur við føroyskum flaggi. Sig so tað!

 

Tær ganga ikki bert við føroyskum flaggi, tí Svanna fyllir ár.

 

- Vit ganga við føroyskum flaggi, tí vit eru tjóðskaparligar. Lars Løkke wuhu!

 

Tær tríggjar hava samstundis ein boðskap at bera øllum festivalgestum

 

- Vel Føroyar, vit velja Føroyar!

 

Randi og Svanna hava valt Føroyar. Rúna fer at velja Føroyar, sigur hon

 

Merkið og Gustav

 

- Tað er týdningarmikið at hava flaggið. Vit eru jú føroyingar, come on.

 

- Tað er traditión at hava flaggið á festivali. Tað hevur millum annað verið á Roskilde, G! Festivalinum og Summar festivalinum.

 

Stongin, har flaggið er fest í, er sermerkt. Ein skøltur á toppinum og merkir frá øðrum festivalinum eru rist í stongina.

 

- Hann eitur altso Gustav. Men flaggið eitur Merkið. Vigtigt.

 

Gustav hevur verið á fleiri festivalum

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.