Harry Potter miðnáttarstemningur

Harry Potter miðnáttarstemningur
Á miðnátt í einum nærmast spøkilsiskendum SMS lesur Annfinnur Heinesen upp úr nýggju myndprýddu Harry Potter bókini í samband við altjóða útgávudagin 6. oktober
06.10.2015 - 00:30

Mánadagur 5. oktober kl 23.30. Tey flestu eru antin farin í song ella eru um at leggja seg. Handlarnir í býnum hava eisini langtsíðani latið aftur – uttan ein. Rit og Rák letur dyrnar upp fyri teimum, sum bara ikki fáa nokk av Harry Potter.

 

Harry Potter og Vitramannasteinurin, ið er fyrsta bókin í røðini, verður nevniliga givin út í nýggjum hami. Jim Kay hevur myndprýtt bókina, sum kom út á miðnátt í samband við altjóða útgávudagin. Rit og Rák valdi at gera nakað serligt burtur úr útgávudegnum og bjóðaði øllum áhugaðum at hoyra Annfinn Heinesen lesa úr bókini. Harafturat var møguleiki at ogna sær bókina fyri serprís. 

 


- Eg elski hendan kapittulin. Hann er bara so góður. (Tað er kapittulin, tá ið Hagrid fortelur Harry, at hann er ein gandakallur).

 


- Hendan er so flott

 

Á miðnátt vórðu eskjurnar latnar upp, og fólk kundu ogna sær bókina fyri serprís. Ein 16 ára gamal endaði føðingardagin hjá sær í Rit og Rák og fekk eitt eintak í føðingardagsgávu. 

 

Teknarin, Jim Kay, hevur gjørt sáttmála at tekna myndir til allar bøkurnar upp á sjey ár, tó við fyrivarni at tað kann taka upp í tíggju ár. Tað vil siga, at allar sjey bøkurnar skulu vera myndprýddar áðrenn 2025.

 


- Eg fekk bókina, afturfyri at eg las. Tað var fínt. Eg gevi mær sjálvum hana í jólagávu. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.