- Eg visti, at eg kundi ikki hava vinir hesa tíðina

- Eg visti, at eg kundi ikki hava vinir hesa tíðina
Vinirnir verða settir á pausu og skúlatingini gjørd í fríløtum. Sjónleikur fer við nógvari tíð, men alt gongur upp í eina hægri eind, heldur Beinir Rasmussen
30.01.2016 - 06:00

Í Sjónleikarhúsinum situr ein ungur drongur og byggir putlispæl. Eitt stórt putlispæl. Tað sær út til, at hann bara tekur sær av løttum og hugnar sær. Men so er ikki. Ungi sørvingurin, Beinir Rasmussen, situr sjáldan í frið og náðum og tekur sær av løttum.

 

Alt byrjaði ein dag í mai 2015 í Sjónleikarhúsinum. Upptøkuroyndir vóru til kenda barnaleikin, Kardamummubýin. Eins og nøkur 60 onnur fólk leitaði Beinir sær oman í húsið til upptøkuroynd, og var eydnan við honum. Hann slapp at spæla við. Men tað stóð honum skjótt greitt, at hetta fór at krevja nógva tíð og orku. Leikurin skuldi byrja fyrst í november, og tað veit ein og hvør 3. g'ari, at tíðin er knøpp, tá ið høvuðsuppgávan skal skrivast og skjótt seinastu ársmetini latast inn.

 

- Eg gjørdi mær skjótt greitt, at um hetta bleiv ov nógv, so fór eg at siga upp, har eg arbeiði. Tað hevur bara ikki verið neyðugt.

 

 

Tíðliga á fótum fyri at sleppa undan parkeringsbót

Beinir gongur í 3. g. Í nærum 12 vikur hevur hann spælt sjónleik fimm kvøld um vikuna í Sjónleikarhúsinum. Tað ljóðar ógvusligt. Men hetta er ikki tað einasta. Beinir arbeiðir eisini sum lektiuhjálpari í Hoydølum fýra ferðir um vikuna og harafturat í handli. Parkeringviðurskiftini í Hoydølum eru vánalig, og tí má Beinir fara frá húsum snimma og morgni og er ikki heima aftur fyrr enn seint á kvøldi.

 

- Fyri at sleppa undan at fáa parkeringsbót, fari eg í skúla kl. 7.30. Eg eri í skúla til kl. 15. Beint aftaná eri eg lektiuhjálpari til 17.30. Tá fari eg beint oman í Sjónleikarhúsið. Eg eri kanska heima umleið kl. 20.30.

 

 

Priortering og effektiv skriving

Dagarnir eru sera langir, men tað nervar ikki Beinir. Hann røkir sítt arbeiði til lítar og klárar eisini at gera síni skúlating. Tá ið høvuðsuppgávan eisini stóð fyri durum, bæði hjá honum sjálvum og hinum næmingunum, snúði tað seg bara um at vera væl fyrireikaður og arbeiða effektivt.

 

- Tað snýr seg bara um prioritering og effektiva skriving. Eg kundi ikki skriva uppgávuna fyri tey, sum eg eri lektiuhjálpari hjá, men eg gav teimum ráð og vegleiðing. Tá eg hevði givið teimum ráð, skrivaði eg mína egnu ímeðan. Ahhh, tað er kanska eitt sindur løgið, men onkursvegna fekk eg løn fyri at skriva mína uppgávu. Tað er góð tíð til at skriva eina høvuðsuppgávu, men tað snýr seg bara um prioritering. Eg skrivaði eisini altíð eina løtu, tá eg kom heim frá leikinum.

 

 

Vinirnir settir á pausu

Leikurin var ikki meira enn byrjaður, tá ið næmingarnir í Hoydølum fingu uppgávuorðingina til høvuðsuppgávuna. Høvuðsuppgáva, skúli, sjónleikur og arbeiði fer við nógvari tíð. Tískil bleiv okkurt sett til viks.

 

- Eg visti, at eg kundi ikki hava vinir hesa tíðina. Eg byrjaði longu upp á uppgávuna tann dagin, eg fekk uppgávuorðingina. Eg visti, at hetta fór at vera strævið, og tað hoyrir bara til, at mann ikki hevur stundir til at síggja vinirnar líka nógv. Vinirnar síggi eg kanska í tveir tímar um vikuna, ella tá mann er í býnum  – men tað er so bara í eitt tíðarskeið.

 

Meðan nakrir vinir verða settir á pausu í eina tíð, fær mann kortini aðrar vinir í hesum høpi.

 

- Her í Sjónleikarhúsinum fær mann eisini vinir – ella næstan eina nýggja familju.

 

Um miðalkarakterurin lækkar?

Beinir hugsaði seg væl um, áðrenn hann tók avgerð um at spæla sjónleik. Tvey arbeiði og skúlagongd eru ikki at forsmáa.

 

- Eg hugsaði, at sjónleikurin fór at oyðileggja skúlagongdina og hála miðalkarakterin niður. Eg tók avgerðina langt áðrenn. Um miðalkarakterurin fall, so fór eg at siga upp. Tað hendi bara ikki. Eg havi ongantíð havt betri miðalkarakter, sigur Beinir varisliga.

 

Í bakgrundini koyrir tónleikurin. Tað er eyðkenda dólgavísan. Við eitt steðgar samrøðan upp eina løtu. Øll murra við eina løtu. So heldur samrøðan fram, meðan onnur spæla kort ella fáa sær ein kaffimunn.

 


'Familjan' fær sær ein kaffimunn

 

Sjónleikur er ein 'eye opener'

Hóast leikurin hevur slúkað meginpartin av frítíðini hjá Beinir, so hevur hann undir ongum umstøðum angrað at spælt við.

 

- Tað er ein 'eye opener' at spæla við her. Eg fáist nógv við film, men tá eri eg aftanfyri. Tað er eitt stórt lop at fara frá at krógva seg aftan fyri kameraið og so at standa á palli. Nú eri eg frammanfyri og skal tosa!

 

Tá tú spælir sjónleik, skalt tú halda teg til eitt leikrit, men tú kemur eisini í aðrar spontanar støður, har tú mást improvisera. Í sjónleiki skalt tú duga at improvisera, men tað skalt tú sanniliga eisini duga í dagligdegnum – og tá koma royndirnar úr Sjónleikarhúsinum væl við.

 

- Eg plagdi altíð at ristast á hondunum, tá eg legði fram í skúlanum, tí eg var so nervøsur. Her hava vit gjørt nógvar venjingar við artikulatión og at anda rætt. Mann lærir seg at distansera seg frá nervunum. Eg leggi so væl merki til tað nú, tí eg eri slett ikki líka nervøsur.

 


Í fríløtunum byggja tey stórt putlispæl

 

Kardamummubýurin er sýndur fyri fleiri túsund fólkum. Hóast tað bert er ein barnaleikur, sum fyri summi kann tykjast tápuligur, so hevur tað nógvar fyrimunir og stóran lærdóm at spæla við í slíkum leiki.

 

- Karakterirnir í leikinum skulu vera eitt sindur tápuligir, tí tað er ein barnaleikur. Men mann lærir at gera eina fasadu og distansera seg frá tí, mann ger. Fasaduna kann mann brúka allastaðni. Bæði at vera lektihjálpari og sjónleikari gagnar skúlanum í síðsta enda. Mann verður betri við tíð munnliga. Alt gongur upp í eina hægri eind.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.