Kardamummuaudition

Kardamummuaudition
Til ein stóran leik skulu nógvir leikarar til. Teir finnur tú í eini stuttligari og ikki minst avbjóðandi upptøkuroynd
27.10.2015 - 01:00

- Eg hálaði veðrin. Og eg hálaði og hálaði, men veðrurin vildi ikki flyta seg. So tók eg rimmar fast í hann og hálaði hann ógvuliga fast, men brádliga slongdi hann meg, so eg endaði í runudukinum. Nú høvdu veðrurin og eg býtt um pláss. Eg var í runudukinum og mátti sleipa meg upp aftur á turt. Huff, fyrst armin, síðan beinini. Ja, tað tók eina góða løtu, og tá eg endiliga kom upp, var eg gravskitin...

 

Salurin í sjónleikarhúsinum er nærmast fullur, har bæði børn, ung, vaksin og gomul sita. Øll lurta, meðan Hjálmar Dam fortelur eina søgu við dramatikki og spenningi á pallinum. Øll sita sum á nálum og lurta.

 

- Ja, soleiðis kann mann fortelja eina søgu. Men nú eru tað tit, sum skulu fortelja eina søgu um tykkum sjálv, sigur Hjálmar.

 


Fleiri eru komin oman at royna seg sum sjónleikarar

 

Upptøkuroynd

Fólkini hava leitað sær oman í sjónleikarhúsið ein dag í mai, tí opin upptøkuroynd er fyri øllum, sum kundu hugsað sær at staðið á palli, tá ið kendi sjónleikurin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum verður pallsettur í november. Ein stórur leikur krevur sjálvandi nógvar eikarar.  

 

- Tit hava øll fingið eitt nummar. Tá ið eg rópi tykkara nummar upp, koma tit upp á pallin og fortelja eina lítla søgu um tykkum sjálv. Vit draga lutakast drrrr... og tann hepni vinnarin er nummar eitt!

 

Nummar eitt trínur á pallin.

 

- Eg fari at fortelja søguna, hví eg ikki trúgvi upp á karma, sigur hepni vinnarin, ið hevur seðil nummar eitt.

 


Leikstjórin fylgir væl við, hvat gongur fyri seg á pallinum

 

Tá ið tann fyrsti hevur fortalt eina søgu um seg sjálvan, velur hann sær ein hatt, har eitt brot úr leikritinum liggur. Síðan fer nummar tvey upp á pallin.

 

- Hey, eg havi ikki fyrireikað nakra søgu um meg sjálvan, men eg kann bara fortelja eitt sindur um meg sjálvan, sigur drongurin, sum hevur seðil nummar tvey.

 

Tað er ógvuliga ymiskt, hvat øll siga um seg sjálv. Summi hava nógv at fortelja, onnur minni. Summi fortelja um onkra flóvisliga ella stuttliga hending, onnur bara eitt sindur um seg sjálv.

 

Senuskrekk?

Tá ið teir báðir fyrstu hava valt sær hvør sín hatt, spæla teir eitt brot úr leikinum. Annar er slaktarin, sum skeldar, tí dólgarnir hava stolið úr handlinum. Hin spælir politimeistarin, ið dámar lítið at handtaka dólgarnar.

 

Síðan fáa teir báðir fyrstu eina nýggja avbjóðing.

 


Politimeistarin er upptikin av at telja perur uppi undir loftinum

 

- Nú skulu tit spæla júst tað sama brotið, men nú skal politimeistarin telja perurnar undir loftinum sum um, at tað er tað týdningarmesta í allari verðini. Og slaktarin skal royna at fáa uppmerksemið frá politimeistaranum, tí slaktarin er ógvuliga illur, at politimeistarin ikki handtekur dólgarnar, sigur leikstjórin við teir báðar á pallinum.

 

Tað er føst mannagongd hvørja ferð. Tvey fara upp at siga eitt sindur um seg sjálv, og síðan spæla tey hetta stutta brotið úr leikritinum. Tað stuttligasta er, tá ið brotið skal spælast umaftur við nýggjum avbjóðingum. Avbjóðingarnar eru ógvuliga ymiskar, og fólkini tulka eisini avbjóðingarnar ymiskt.

 

 

Hendan dagin er politimeistarin bæði hugtikin av lampum, at sleppa í Dag & Viku, vera eitt trý ára gamalt smábarn á skutara, lærari, sumobrydari, "neglaplejari" og enntá homoseksuellur!

 

Slaktarin fær eisini nógvar ymiskar leiklutir hendan dagin. Hann skal fáa uppmerksemið frá politimeistaranum, vera mamma, vera træ, vilja illa at pissa, vera hvítabjørn, ikki duga at tosa og bara siga blablabla...

 

Shit, nummar 40

Leikstjórin dregur aftur bingohjólið. - Nummar 40. Nummar 40, rópar hann. Shit, tað er mítt nummar. Yvirritaða trínir á pallin og stendur sum eitt nervavrak á pallinum eins og øll hini, ið hava verið til upptøkuroynd. Próvtøkunervar go home. Hesir nervarnir eru nógv verri. Hendan heldur spontana upptrakanin verður tikin sum ein uppliving, og tað er festligt at royna seg á pallinum.

 

Yvirritaða fekk ongan leiklut í leikinum.

 


- Nummar 40. Nummar 40.

 

Børnini

 

Leikurin eitur Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, og skulu nøkur børn tískil eisini vera við í leikinum. Børnini upptraðka kortini eitt sindur øðrvísi, tí tey ikki duga at lesa úr leikritinum.

 

- Nøkur hava ikki fingið eitt nummar. Tað eru vit børnini. Ja, eg eri eisini eitt stórt barn, sigur Hjálmar við einum skálkabrosi og leggur aftrat, at foreldrini kunnu taka sær eitt nummar ímeðan og sostatt eisini koma til upptøkuroynd.

 


Eini 15-20 børn fara upp á pallin. Summi smæðin, onnur meira framlig.

 

- Hvat gert tú til dagliga? Tú gongur í øllum førum á festival, tí tú hevur mega nógv festivalarmbond á arminum, sigur Hjálmar, tá hann sær øll festivalarmbondini hjá eina dreinginum.

 

Øll børnini verða spurd um navn, aldur, og hvat tey gera til dagligt.

 

- Nú skulu tit øll fara heilt aftast á pallin og ganga heilt fram til kantin á pallinum – og ikki longri! Og tit skulu vera mega ill, meðan tit ganga fram. Altso, heilt ekstremt ill, áleggur leikstjórin børnunum.

 

Børnini ganga heilt fram og eru ill. Næstu ferð skulu børnini vera ordiliga kedd.

 


Jákup Wardum, ið ger tónleik til leikin, og Hanna Flóvinsdóttir fylgja eisini væl við

 

Júst í teirri løtu fara tvey fólk avstað, sum hava sitið í salinum.

 

- Náh, tað bleiv ov nógv fyri summi, sigur Hjálmar speiskliga.  

 

Seinasta avbjóðingin hjá børnunum er at vera ordiliga spent sum til jólar, meðan tey ganga fram.

 


Tá ið fólkini hava verið á pallinum, fáa tey okkurt at eta og drekka aftan fyri pallin

 

Upptøkuroyndin liðug

- Nummar 63? Nummar 64? Nummar 65? Ná, eru ikki fleiri nummur? So eru vit nokk liðug fyri í dag. 1000 takk fyri at tit komu øll somul. Hetta hevur verið eitt satt fornøjelse!

 


Eftir ein drúgvan dag við upptøkuroyndum sleppa leikstjórin og framleiðslustjórin at fáa sær ein kaffimunn

 

 

Hendan dagin vóru samanlagt 62 fólk til upptøkuroynd. Tilsamans eru 26 leikarar við í kenda leikinum, Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Havnar Sjónleikarfelag setir leikin upp, og Hjálmar Dam leikstjórnar. Leikurin verður frumsýndur 7. november 2015.

 

Les eisini: Kardamummuvenjing

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.