Ummæli: Star Wars - The Force Awakens

Ummæli: Star Wars - The Force Awakens
Mann verður syftur inn í eitt kopi av gamla IV, og tað í kiksaðum modernaðum hami. Tummil upp fyri varðveiting, og ein niður fyri vánaligt úrslit. G.G: SPEKKAÐUR VIÐ SPOILARUM!
29.12.2015 - 14:30

Eg veit ikki, um tað er vodafone tilboðið, ella at Star Wars veruliga enn fyllir salin eftir ein mánað, men eg havi ongantíð sæð forhøllina so fulla áður.

 

Lýsingarnar eru endiliga lidnar, skermurin verður svartur, og so kemur tað...

 

 

Síðan kemur kendi rulluteksturin við einum braki til upprunaliga tónleikin. Vit sita við opnum kjafti, klár til eitt nýtt ævintýr við góðum, gomlum science fiction.

 

 

Dagsins sjarma haltar

Har er einki sum gamlir filmar. Møguleikin at sleppa aftur í eina simplari tíð, sum altíð tykist at vera ófatiliga nógv meira sjarmerandi enn okkara. Hendan sjarman er nærum ógjørlig at endurskapa í einum filmi. Eg havi ikki upplivað tað enn og heldur ikki í The Force Awakens.

 

Um ein typiskan Hollywood film verður m.a. sagt: "no controversy, little need to think, and no lasting impression." Og tað er júst har, vit eru.

 

Eg royni at fara inn við einum opnum sinni, men verði beinanvegin skuffað av tí vemmiliga, amerikanska Hollywood stílinum. Humorin er gyseligur, filmingin er hugleys og mínar væntanir eru longu í botn.

 

Eisini eru karakterirnir yvirfladiskir, vit koma ikki nær við nakran av teimum, og tað skal virka sum, at Han Solo og Leia hava eina langa søgu við sær, men hana fáa vit einki at vita um heldur. Tey eru óklár, so møtast tey, og so eru tey góð. Heilt erligt.

 

Hollywood nertir enn eitt​ meistaraverk

Fyrstu minuttirnir eru ein meldur av nærmyndum, og restin av filminum er ein rekkja av typiskum hálvhjartaðum royndum upp á rørandi pallmyndir. Fínt fyri tey, ið ynskja lætt undirhald, og kanska eisini fyri tey, ið eru nøgd við øll sløg av Star Wars filmum.

 

Hetta er tað, mann kann vænta av einari endurskapan av einum so klassiskum og kendum filmi so nógv ár seinni, men tað ger tað ikki minni pínligt.

 

Nýggju høvuðsleikararnir, Rey og Finn, við robottinum BB-8.

 

Eg skal ikki siga, hvat í 70-80’unum var sætt sum gott filmsverk og hvat ikki, men í hvussu er, líkjast gomlu Star Wars filmarnir ikki øðrum verkum, meðan flestu senurnar í nýggja filminum líkjast flestu kendum filmum.

 

The garbage will do!

Nógvar tilvísingar eru. Klassiskar pallmyndir, ið fáa ein at kenna seg heima í gomlu trilogiini.

 

Tað er eisini ein týðilig felags kensla millum hyggjarar. Vit flenna øll í felag, tá Han Solo enn megnar at skylda pengar í eyst og vest, og við sínum sama hugburði til lívið altíð endar í trupulleikum.

 

Stemningurin er góður.

 

Chewie og Han Solo í nýggja filminum.

 

Men tilvísingarnar eru so nógvar, at tað næstan kennist sum ein endurtøka. Rey, kvinnan, sum at byrja við er ein endurtøka av Luke, traðkar seinni í rolluna hjá Leiu. Tað er altso ikki nakað skil í tilvísingunum, tey tykjast bara desperat eftir at fáa hyggjaran at kenna alt aftur.

 

Star Wars var fantastiskt, nevnliga tí tað ikki líktiskt nøkrum øðrum. Tað var nýtt, kreativt og fullkomiliga originalt, eisini fyri okkum ungu hyggjarar, sum fyri stuttari tíð síðan sóu teir fyri fyrstu ferð. Tá er tað eitt sindur tragiskt, at tann nýggi filmurin ikki skuldi hava nakað nýtt við sær.

 

Eisini gongur filmurin øgiliga skjótt fyri seg. Fólk skulu endiliga ikki keða seg, so mann skundar sær gjøgnum senurnar, sum í roynd og veru hava minimalt innihald burtursæð frá tilvísingunum.

 

Hvørjar ætlanir hevur hesin J.J. Abrams havt við filminum? Vildi hann bara gjarna heiðra filmarnar og gjørdi tí eitt kopi? Hóast gamla trilogiin sjálv líkist nógv gjøgnum allar filmarnar, so kann mann ikki bara koma 30 ár seinni og gera tað sama.

 

Filmurin er nokk meira ætlaður at vera ein pengamaskina enn nakað annað.

 

J.J. Abrams, leikstjórin í The Force Awakens.

 

Filmskaparin virðir legendurnar – til eitt vist

Høvuðsrollurnar eru ein ungur maður og kvinna, meðan tær veruligu stjørnurnar eru tvey eldri fólk, (3 íroknað Chewie) nevnliga Han og Leia. Han Solo er við allan vegin, meðan Leia er við í seinnu helvt.

 

Hollywood vil fegin, at ein ung, typiskt vøkur kvinna er fokuspunktið í filminum, men hon kann ikki kappast við okkara Leiu. Sjálv steikin in the golden bikini er vorðin ein eldri dama, og er hon vakrari enn nakrantíð. Eitt sprund, ið kann sannføra okkum um, at kvinnur eisini gerast betri við aldrinum.

 

Tíverri síggja vit, at filmsheimurin ikki er einigur. Carrie Fisher hevur minst líka nógva persónligheit sum Han, men verður ikki heiðrað nær í námind sum gamli Harrison.

 

Tað er super, at hann hevur valt eina kvinnu og ein svartan mann til høvuðsleikarar, men J.J. Abrams hevur enn langan veg eftir til núið.

 

Nasistar í rúmdini

Tað er ikki nýtt fyri Star Wars at hava politisk ella søgulig prik, og ein stuttlig detalja í hesum filminum er The First Order, sum er tað nýggja, ónda imperiumið, og sær út sum nasistastýrið undir 2. heimsbardaga. Tað hevur enntá sín egna Hitler, sum tosar til sín kempiher sum ein ill, týsk stereotypa. Sí mynd niðanfyri.

 

 

Tónleikurin

Límið, sum setir alt saman í eina hægri eind.

 

John Williams skuffaði ikki. Tað var tað vanliga, ótrúliga góða verkið, og gav tað filminum ein part av tí gomlu sjarmuni.

 

Megin vaknar í sømiligum stíli

Eftir at hava sæð nýggjasta filmin, hugsi eg, at har skal nógv til fyri at oyðileggja tað. Star Wars fer altíð at vera ein mergjaður fimur við The Force, Jedi’s og ikki minst The Dark Side, sum altíð fara at taka fjepparar á bóli.

 

Einki í nýggja filminum er líka gott sum tað var, men George Lucas hevur plantað nakað so framúrskarandi, sum modernaðir leikstjórar ongantíð kunnu oyðileggja.

 

Væntanirnar til ein nýggjan Star Wars film eru sera ymiskar. Summi ynskja eina ferð aftur til tað gamla, meðan onnur ynskja eitt gott avrit í mun til krøvini til ein film í dag. Persónliga saknaði eg ein góðan film. Eg gevi The Force Awakens 3 út av 6 R'um. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.