Bygdu bý upp á seks vikur

Bygdu bý upp á seks vikur
Øll kenna býin, men hevur tú nakrantíð gáað um, hvussu langa tíð tað tekur at byggja ein slíkan bý? Fólkini í Sjónleikarhúsinum avspáka, útseta arbeiði og skúlating fyri at geva tær eina góða og vakra uppliving
19.01.2016 - 21:15

5. oktober - Kaffisteðgur og ein hvítur býur

Í Sjónleikarhúsinum setur kaffilukturin seg í nasagluggarnar. Kaffipausan er byrjað. Tað eru teir báðir Nicolaj Falck og Niclas Juul Olsen, ið smíða Kardamummupallin, sum fáa sær ein kaffisteðg. Tað er hósdagur 8. oktober, og leikurin verður frumsýndur um ein mánað. Pallsmiðirnir hava tó longu verið í gongd í tvær vikur. 

 

 

Hóast bert tvær vikur eru lidnar, eru fleiri bygningar longu komnir upp at standa. Sjálvandi mangla fleiri hús, men tey koma so líðandi. Tað er ikki smávegis og av sonnum eisini ein avbjóðing at byggja heili sjey hús á einum palli. Tobias skal hava eitt høgt torn, so hann kann spáa veðrið. Suffía mostir skal hava eini stásilig hús við snotuligari altan, og dólgarnir skulu hava eini dólgahús og sjálvandi eisini eina leyvaholu.

 

- Hetta er so ein skitsa av Kardamummubýnum. Tá vit fara at byggja, so passar tað viðhvørt ikki til, og so má mann bara broyta. Vit hava verið noyddir til at broytt eitt sindur nógv fyri at fáa alt at passa saman. Áskoðararnir skulu eisini síggja allan pallin, so húsini mugu ikki standa fyri. Her manglar eisini eitt hús í høgru síðu, sigur Nicolaj. 

 

- Mann er noyddur til at vita, hvussu tað skal enda. Mann kann ikki bara fara í holt við ein pall uttan at mann hevur eina skitsu, men mann kann altíð broyta pallin í mun til skitsuna. Mann flytir ofta onkran vegg nakrar centimetrar, fyri at øll skulu síggja. Onkuntíð sær mann ikki eina hurð heilt úti í síðuni, men mann veit, at hon er har. Tað er sjálvandi best at sita í miðjuni, men øll síggja.

 

- Tað verður flott, tá ið alt verður dekorerað. 

 

 

20. oktober - Fleiri taka eina hond í

Stólarnir eru tiknir niður, og gólvið er fylt við støvi, amboðum og arbeiðsmonnum.

 

 

Í høvuðsheitum hevur Nicolaj Falck tikið sær av pallsmíðnum. Pallsmíðið er drúgt, og tað klárar mann ikki einsamallur. Niclas hevur verið hollur stuðul hjá Nicolaj. Upprunaliga skuldi Niclas saman við trimum øðrum úr ALS mála foyerina sum partur av einum projekti hjá ALS. Niclasi dámar tó so væl í sjónleikarhúsinum, at hann valdi at hjálpa til at byggja pallin til Kardamummubýin.

 

- Tað at ganga heima og einki gera er dráp. Og so kann mann eisini finna uppá at sova leingi – og tað er ein farlig fella. Tað er nógv stuttligari at vera í sjónleikarhúsinum og byggja pall, heldur enn at ganga heima og gera einki, sigur Niclas.

 

Niclasi dámar væl í Sjónleikarhúsinum

 

Tað eru kortini ikki bara Nicolaj og Niclas, sum byggja pall. Sjónleikarhúsið hevur fleiri kreftir at heita á, sum kunnu taka ein dag ella báðar tveir at byggja pall.

 

Janus og Birgir eru komnir oman í Sjónleikarhúsið at taka eina hond í

 

- Trupulleikin er, at fleiri handverkarar hava annað arbeiði, sum eisini skal gerast. Tá er ofta neyðugt at fáa onkran eyka inn viðhvørt. Sjálvur havi eg útsett okkurt arbeiði nakrar vikur, so eg fái bygt pallin í sjónleikarhúsinum, sigur Nicolaj. 

 

Leikstjórin, ljósmaðurin og Niclas

- Altso, hvussu skulu vit gera við hetta býarportrið?

 

 

30. oktober - Scenografur fer í holt við penslarnar

Støvið í luftini er skift út við sterkan málingalukt, sum ger innrás í næsagluggarnar. Tað er ikki sørt av eini avbjóðing at mála og pynta ein heilan bý. Urið tikkar, nú bert ein góð vika er eftir til frumsýningin byrjar. 

 

- Hesa ferð er einki teppi. Fólkini sleppa at njóta pallin, meðan tey bíða, til leikurin byrjar. Tí er tað eisini týdningarmikið, at pallurin er ekstra flottur, so tey ikki fara at finna feilir, sigur scenografurin, Anna Sofía Egilstrøð. 

 

Les eisini: UMMÆLI: Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

 

Uppgávan hjá einum scenografi er at gera eina pallmynd, mála, pynta og finna búnar. Í høvuðsheitum tekur scenografurin sær av tí visuella á pallinum. Tað er tó ikki altíð lætt at vera scenografur og útinna hetta arbeiði. Scenografurin sleppur ikki framat, fyrr enn handverkararnir eru nøkulunda lidnir. Av tí sama verða arbeiðstíðirnar skeivar og dagarnir langir. Anna Sofía hevur somuleiðis tikið sær frí frá arbeiði fyri at fríðka pallmyndina. 

 

- Ofta mugu vit arbeiða um náttina. Handverkararnir arbeiða um dagin. Leikararnir venja um kvøldið. Og so mugu vit og ljósmenninir arbeiða um náttina. 

 

Vár Samuelsen hjálpir til at mála pallin. Hetta ger hon bara av áhuga. Vár gongur í student, men hetta dámar henni sera væl. Skúlatingini verða eisini útsett eitt sindur, tá ið tíðin heldur verður brúkt í Sjónleikarhúsinum. 

 

Esther spælir Frú Bastian í leikinum, men tá hon ikki venur, fer hon oman at hjálpa til at mála pallin.

 

Les eisini: Steðgaði at flúgva fyri at spæla sjónleik

 

Hóast málingalukturin hevur gjørt innrás í nasagluggarnar, og armarnir hokna av berari møði, so er lagið gott. Her er eisini pláss fyri skemti, roksi og fjasi. Fólk taka eina hond í, har tað krevst, og tað merkist, at samanhaldið í Sjónleikarhúsinum er ógvuliga gott.

 

 

 

5. november - Tveir dagar áðrenn frumsýningina

Tey mala hvør um annan. Pallsmiðurin putlast við ymisk smáting, scenografurin málar smálutir í onkrum horni, og ljósmaðurin spælir við ljósið. Nakrar eldsálir í Sjónleikarhúsinum eru eisini komnar oman at forvitnast og hyggja at pallinum. Tað merkist, at her er spenningur í luftini.  

Pallsmiðurin gongur og melur. Senografurin er farin at keypa máling, samstundis sum ljósmaðurin roynir at snøgga ljósið til. 

 

- Nú hava tey avgjørt heldur at hava pallin hvítan, men so at hava litaðar hurðar og vindeygu. Tað blívur for rótut annars. Leikarar og búnar koma tá í fokus, og pallmyndin styðjar heldur uppundir, sigur Nicolaj.

 

Sporvognurin hevur ein lítlan leiklut í leikinum, men hann er ógvuliga flottur kortini.

 

- Smartar rullugardinur!

 

Liðugur pallur

- Seinastu penslastrokini vórðu strokin um fýra tíðina á sjálvum premierudegnum. Tá kundi eg ikki mála meira, men nú er pallurin liðugur, sigur væl nøgdi scenografurin, Anna Sofía Egilstrøð.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.