Politisku ungmannafeløgini um feløg sum Uber og Ryanair

Politisku ungmannafeløgini um feløg sum Uber og Ryanair
Í okkara grannalondum hevur nógv kjak verið um lágprísfeløg. Hvat halda politisku ungmannafeløgini? Eiga hesi at sleppa at virka í Føroyum?
08.07.2016 - 07:15

Í fleiri evropeiskum londum hevur nógv kjak verið um hýruvognsfyritøkuna Uber og um lágprísflogfeløg sum Ryanair, tí hesi ikki ganga inn fyri fakfeløgum og skatti. Bretska dagblaðið The Guardian viðmerkir, at hetta er ein samanbrestur millum kalda virkismentan og norðurlendsku javnaðarhugsjónina, ímeðan umboð fyri Ryanair siga, at ósemjan millum donsk fakfeløg og Ryanair er ein roynd at noyða pengar burtur úr flogfelagnum.

 

Ungmannafelagið Samband, Sosialistisk Ung, Ung fyri Miðflokkin og Framsøkin Ung eru øll samd um, at feløg sum Uber og Ryanair skulu hava loyvi at virka í Føroyum, treytað av at tey fylgja føroyskum lógum og reglum. Framsøkin Ung leggja tó aftrat, at tað kann vera vandi fyri, at eitt felag sum Ryanair trokar Atlantic av marknaðinum, men ikki vil flúgva alt árið. Hóast tað soleiðis hevði kunnað verið bíligari at flogið til Føroya um summarið, so hevði tænastan í grundini verið verri fyri brúkaran, tá einki flogsamband var um veturin. Framsøkin Ung halda tískil, at alment monopol í hesum føri er frægari enn privat monopol. Huxa sigur ja til kapping á føroyska ferðslumarknaðinum.

 

Ungt Sjálvstýri hevur ikki nakra serliga støðu til evnið, og Unga Tjóðveldið hevur ikki havt tíð at svara spurningunum hesa ferð.

 

 

Ungmannafelagið Samband

Skulu feløg sum Uber og Ryanair hava loyvi at virka í Føroyum?
Ja. Feløg sum Uber og Ryanair skulu hava loyvi at vera i Føroyum. Hetta er tó treytað av, at tey lúka lóggávuna á økinum. Uber bilførar mugu gjalda skatt, og Ryanair má halda seg til fakfelagslógirnar – hetta er avgerandi. Vit í Unga Sambandi ynskja fría kapping á marknaðinum – tískil eru feløg sum Uber og Ryanair vælkomin. Samstundis skulu virkini eisini kappast á jøvnum føti – øll skulu gjalda tann skatt, ið er á einstaka marknaðinum.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Móðurflokkurin hevur onga konkreta støðu til hetta. Tó meta tey, at hetta er meiri ein fakfelagsspuringur heldur enn ein politiskur spurningur. Somuleiðis halda tey, at øll skulu kappast á jøvnum føti.

 

 

Framsøkin Ung

Skulu feløg sum Uber og Ryanair hava loyvi at virka í Føroyum?

Uber:
Grundsetningurin hjá okkum til tað privata er, at so leingi tað er kapping undir somu fortreytum, so verður best møguliga úrslitið rokkið.

Uber hevur verið kritiserað fyri manglandi mannagongdir, sum aðrar fyritøkur skulu lúka. Hetta hevur havt við sær, at ivi hevur verið sáddur um trygd, eftirlit og lønarviðurskifti hjá Uber. Men um treytir verða settar til førarar, ið eru skrásettir hjá Uber, og neyðugar reglugerðir verða framdar, so halda vit, at Uber kundi virkað í Føroyum. Tó er tað nemliga vantandi reguleringin, ið ger Uber so kappingarført í grannalondunum. Í síðsta enda er tað eitt val, sum brúkarin tekur. Um Uber ikki brýtur nakrar lógir ella reglur, so meta vit í Framsøkin Ung, at vinnan skapar besta tilboðið fyri brúkaran og eigur at hava loyvi at virka í Føroyum.

 

Ryanair:

Tørvur er á kapping millum flogfeløg í Føroyum og kanska serliga, tá hugt verður at prísi. Tað er tó torført at ímynda sær, at Ryanair hevði kunnað borið til í Føroyum, tá ið teirra lágprís kostnaðarstrategi byggir á ein munandi størri kundaskara. Men um Ryanair sum veitari kann tryggja føroyingum lægri prísir og ferðaætlan árið runt, so síggja vit ikki nakran trupulleika við at lata felagið vera á føroyska flogferðamarknaðinum. Ryanair kemur tó undir verandi umstøðum at kappast ímóti einum almennum flogfelagi, men tað hevur ikki verið ein stór avbjóðing fyri tey og onnur lágprísfeløg aðrastaðni.

Tó síggja vit ein vága fyri Atlantic Airways, um Ryanair bjóðar seg fram á føroyska marknaðinum. Atlantic er nemliga treytað av at flúgva og virka alt árið. Spurningurin er, um pláss er til tveir veitarar í Føroyum. Tað hevur víst seg ikki at rigga serliga væl við eitt nú Faroe Jet. Fíggjarliga var hetta tó ikki eitt eins sterkt felag, og tað skuldi kappast við eitt alment flogfelag. Sama er ikki galdandi fyri Ryanair. Vandin er tískil, um Ryanair verður einsamallur aktørur í Føroyum, kann hetta hava avleiðingar við sær, og vit meta, at privat kapping er góð, men eitt alment monopol er frægari enn eitt privat monopol. Tískil loyva vit í Framsøkin Ung okkum at ivast í, um vágin er ov høgur fyri trygdina hjá brúkaranum, tá tað kemur til flogferðaflutningin í Føroyum. Vit síggja møguligu fyrimunirnar við slíkum feløgum, men ásanna eisini vansarnar fyri føroysku ferðavinnuna.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Móðurflokkurin hevur ikki viðgjørt evnini, men stuðlar upp undir okkara hugsanir um tey.

 

 

Huxa

Skulu feløg sum Uber og Ryanair hava loyvi at virka í Føroyum?

Ja til kapping, valmøguleika og ja til ferðafólk.

Vit í Huxa siga einmælt: "ja til brúkaran" – hetta eisini uttan mun til inntøku brúkarans. Vit eru á einum máli um, at tað hevði komið føroyska ferðafólkinum væl við at víðka um kappingarvirksemið í føroysku flog- og ferðsluvinnuni, tí uttan kapping í vinnuni er úrslitið – sum so mangan hevur verið eyðsýnt – at prísirnir gerast ovurhøgir, tí eingin bjóðar av. Hetta er tískil eisini ein størri fíggjartrupulleiki fyri summi – serliga fyri hin sperda lumman. Fólkið rindar sostatt avleiðingina, sum er hægri kostnaður av vantandi kapping.

Eisini vilja vit í hesum sama viðfangi minna á, at keypsáhugin og gongdin hjá einstøku fyritøkunum ikki átti at verið ránnýtur, eins og var hetta ábyrgd brúkarans – heldur hinvegin, liggur svarið um nøgdsemi og sølugongd, hjá viðkomandi fyritøkuni. Ei heldur tekur annað felag nakra viðgongd frá verandi vinnu, meir enn kundin av ymsum ávum, sjálvur velur hana til. Altso, eru hvørgan dygdin, góðskan ella virði á ferðini, treytað av størri kapping í sær sjálvum... So tí siga vit "ja til kapping, í flog- og ferðsluvinnuni, takk!"


Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Fólkaflokkurin er eisini fyri kapping.

 

 

Sosialistisk Ung

Skulu feløg sum Uber og Ryanair hava loyvi at virka í Føroyum?
Sosialistisk Ung hevur eina nulltoleransu fyri sosialari dumping, men í útgangsstøðinum meta vit, at øll skulu hava møguleika at virka í Føroyum, tó undir ávísum treytum. Millum annað skulu lønir, arbeiðsviðurskifti og annað samsvara við føroysku sáttmálarnar á økinum.

Ynskir ein fyritøka at veita eina tænastu, skal hon syrgja fyri, at trygdin hjá brúkaranum og starvsfólkum lýkur øll galdandi krøv á økinum. Til dømis hevur Uber einki krav til sínar bilførarar um koyrikort til hýruvogn, tryggingar, o.a.

Harafturat skulu fyritøkur, ið reka virksemi í Føroyum, somuleiðis rinda skatt í Føroyum.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?

Móðurflokkurin hevur ikki meldað nakað út um júst hesi mál, men Javnaðarflokkurin hevur mótmælt sosialari dumping m.a. í fiskivinnuni.

 

 

Ung fyri Miðflokkin

Skulu feløg sum Uber og Ryanair hava loyvi at virka í Føroyum?
Vit eru grundleggjandi fyri, at øll feløg sleppa at virka í Føroyum, so leingi sum felagið rindar skatt og røkir sínar skyldur mótvegis arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis skulu fólk hava allan rætt at arbeiða har, sum tey vilja, og tey skulu ikki avmarkast av, hvat tú og eg halda um arbeiðsgevaran.

 

Eitt felag sum Ryanair kann skapa eina tiltrongda kapping í føroyska flogvinnumarknaðinum, ið kemur brúkaranum til góðar. Ongi starvsfólk verða noydd at arbeiða fyri Ryanair, tí blanda vit okkum ikki upp í kjakið um lønir og arbeiðsumstøður.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Miðflokkurin ynskir ikki at svara hesum í løtuni. Flokkurin hevur ongantíð kjakast um júst hendan spurningin og er nú farin í summarferiu.

 

 

Les eisini:

Politisku ungmannafeløgini um rúsdrekkalógina og halgidagslógina 

Politisku ungmannafeløgini um ES 

Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk 

Politisku ungmannafeløgini um hjúnabandslógina 
 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.