Politisku ungmannafeløgini um lestrarstuðul

Politisku ungmannafeløgini um lestrarstuðul
Politisku ungmannafeløgini eru ógvuliga ósamd um, hvussu lestrarstuðulin átti at sæð út
09.09.2016 - 16:30

Politisku ungmannafeløgini eru ikki samd um, hvussu lestrarstuðulin átti at sæð út. Ungmannafelagið Samband, Framsøkin Ung, Huxa og Sosialistisk Ung halda øll, at eingin aldursmunur eigur at verða gjørdur viðvíkjandi studningi, og at tey, ið eru undir 18 og ganga á miðnámsskúla, sum í dag ikki fáa mánaðarligan lestrarstuðul, eisini skulu fáa lestrarstuðul. Ungmannafelagið Samband og Framsøkin Ung halda, at um hetta verður gjørt, so kann bókastuðulin, sum í dag verður latin miðnámsskúlanæmingum undir 18 eina ferð um árið, avtakast.


Haraftrat halda Framsøkin Ung og summi í Ungum fyri Miðflokkin, at lestrarstuðulin sum heild skal lækkast. Hesi bæði ungmannafeløgini halda eisini, at næmingar áttu at kunna tikið størri lán frá Studna enn møguligt er við núverandi reglugerð. Framsøkin Ung halda tó, at inntøkumarkið skal heilt burtur, so einki mark er fyri, hvussu nógv næmingar kunnu tjena, meðan tey lesa.

Hinvegin halda Ungt Sjálvstýri, Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið, at lestrarstuðulin átti at verið hægri, so næmingar ikki noyðast at arbeiða ov nógv við síðuna av lestrinum. Unga Tjóðveldið heldur eisini, at inntøkumarkið, sum í dag er 20.000 kr. um mánaðin, eigur at vera lægri.

Ungmannafeløgini vísa tó eisini á onnur evni. Huxa heldur, at uppmøting kundi talt, tá lestrarstuðul verður givin. Ungmannafelagið Samband heldur, at næmingar áttu at fingið studning allar mánaðir í árinum. Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið vísa á, at hetta er eitt samansett mál, har eitt nú lestraríbúðir eisini eru viðkomandi fyri, hvussu skipanin verður snikkað saman.


Unga Tjóðveldið

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Í januar 2017 hækkar lestrarstuðulin til hægri lesnað 500 kr. um mánaðin, barnaískoytið hækkar, og haraftrat fáa lesandi við børnum lestrarstuðul hvønn mánað í árinum. Hetta er við til at styrkja um fíggjarligu støðuna hjá lesandi og ger Føroyar til eitt enn betri stað at lesa í. Hetta er rætta leiðin.

Tað skal verða lættari hjá lesandi at hava egnan bústað – hjá øllum miðnámsskúlanæmingum og hægri lesandi. Hetta kann skipast við íbúðarstuðli ella hægri lestrarstuðli til teirra, sum hava egnan bústað.

Tá hesar broytingar verða gjørdar, skulu vit lækka inntøkumarkið. Í dag kanst tú vinna 20.000 um mánaðin – t.e. umleið 40 tímar um vikuna við vanligari løn, og tú fært framvegis fullan lestrarstuðul. Hetta er ein ovurhondstór arbeiðsbyrða, sum ávirkar lesturin skeiva vegin. Vit skulu heldur tryggja góðar umstøður øðrvísi. Tá megna fleiri at enda útbúgvingina, og fleiri velja at lesa í Føroyum.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Ja.

 

Ungmannafelagið Samband

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Vit halda, at øll hava rætt at fáa lestrarstuðul. Vit halda, at upphæddin á miðnámi er í lagi, men at øll skulu fáa stuðul – eisini tey, ið eru undir 18 ár. Um allir næmingar á miðnámi fáa lestrarstuðul, kann bókastuðulin minka so líðandi, tí vit í stóran mun eru farin frá pappírsbókunum til e-bøkur, og kostnaðurin er sostatt væl minni.

Tað, ið eigur at verða hugt nærri at, er stuðulin hjá lesandi á hægri útbúgvingunum í Føroyum. Vit halda, at lesandi á hægri lærustovni áttu at fingið meira studning alt árið, og at vit skulu miða ímóti at vera kappingarfør við SU-stuðulin í Norðurlondum.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Ja, hetta er í samsvari við politikkin hjá Sambandsflokkinum.


Ungt Sjálvstýri

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Vit høvdu viljað, at lestrarstuðulin samsvaraði við livikostnaðin í Føroyum hjá teimum lesandi og tískil, at hann varð hækkaður. Stuðulin skal helst kunna fíggja tak yvir høvdið, mat og skúlaútreiðslur annars. Ein kann ikki røkja skúlan til fulnar, um ein skal arbeiða ov nógvar tímar aftrat, so tað hevði verið fyrimyndarligt, at lestrarstuðulin var so mikið nógvur, at eitt lítið lestrarstarv aftrat var nóg mikið til, at tann lesandi kann forsyrgja sær sjálvum í egnari íbúð. Tað er møguligt, at ein skipan við atliti at útbúgvingini, ein er ígongd við, hevði verið góð, tí summar eru ikki líka tíðarkrevjandi sum aðrar. Skipanin má eisini lagað seg eftir viðurskiftum sum, at tann lesandi hevur børn, býr hjá foreldrum, o.s.fr.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Ja.


Framsøkin Ung

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Framsøkin Ung halda tað ikki at vera rætt at gera mun á lesandi orsakað av aldri. Tí halda vit, at ert tú 18 ella yngri, so eigur tú rætt til somu upphædd, sum í løtuni er 1838,- kr. um mánaðin. Vit halda tó hesa upphæddina vera ov stóra. Tey, sum hava brúk fyri meira peningi, kunnu taka lán frá Studna.

Í kjalarvørrinum á hesum halda vit við hesum broytingum ikki, at bókastudningurin er aktuellur longur. Eisini skal vistarhaldsstuðulin avtakast. Hetta ber í sær, at tú sum ein stakur uppihaldari hevur rætt til hægra studningin, 3815 kr. um mánaðin, sama hvussu gamal tú ert.
Barnafrádráttur, veittur ungum foreldrum undir 18, skal eisini endurskoðast, um tey ungu flyta út og fáa hægra studningin.

Aftrat hesum halda vit, at upphæddin á lánunum frá Studna kann hækkast, umframt at inntøkujavnaðurin skal avtakast. Tú skalt ikki revsast fyri at arbeiða undir lesnaði.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Móðurflokkurin hevur ikki tikið endaliga støðu til málið.


Huxa

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Miðnámslesandi undir 18 ár hava alt ov leingi verið fyri vanbýti, tá ið tað bara eru lesandi yvir 18 ár, ið fáa løn fyri sítt dagliga avrik, ið fevnir um júst sama arbeiði. Huxa metir, at øll – uttan mun til aldur – skulu fáa lestrarstuðul. Tá ið hetta er sagt, má tó havast í huga, at útbúgvingarnar hjá teimum lesandi í Føroyum umframt teirra lestrarstuðul (løn) verða goldnar við skattakrónuni hjá tí vanligu fiskikvinnuni og tí meiniga flakafólkinum. Har mugu vera krøv aftan fyri lønarútgjaldingarnar hjá teimum lesandi. Huxa skjýtur tí upp, at mann onkursvegna gevur stuðul fyri avrik. Ein máti at gera tað hevði verið at givið studning eftir uppmøting – tú fært løn fyri møtta arbeiðstíð.

Huxa heldur tó ikki, at hetta skal vera galdandi fyri hægri lesandi. Hægri lesandi eru lítið í skúla, men arbeiða síðani heima. Sum Fróðskaparsetrið sjálvt sigur: “[Útbúgvingin] er at rokna sum fulltíðarstarv.”

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Huxa hevur ikki svarað hesum spurningi.


Sosialistisk Ung

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Spurningurin um studningin er meira enn bara spurningurin um at fíggja eitt luksusforbrúk. Studningur er ein partur av eini skipan, sum byggir á javnaðarhugsjónina – útbúgving til øll! Tí eigur studningur ikki at fylgja aldrinum, men at verða veittur øllum, sum lesa víðari eftir fólkaskúlan. Í øllum lutum skal henda skipan lofta og menna lesandi í okkara samfelag. Eitt kjak um studning uttan at taka restina av skipanini við verður sera fátækt, tí so nógv onnur viðurskifti eru viðkomandi, eitt nú lestraríbúðir, lestrarmøguleikar, lestrarumhvørvi og lestrarhjálp til øll, sum hava tørv á tí.

Stutt og greitt tekur SU undir við at hækka studningin, tí at tað skapar størri sosialan og fíggjarligan javna millum lesandi. Kanningar vísa, at lesandi kunnu fáa gagn av at arbeiða, samstundis sum tey ganga í skúla, men ikki meira enn 15 tímar um vikuna, áðrenn tað gongur út yvir lesnaðin. Hetta svarar til umleið 6000 krónur áðrenn skatt, ið als ikki er nóg mikið at liva fyri.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Ja. Í Javnaðarflokkinum eru tað vit, sum eru serfrøðingar á hesum øki!


Ung fyri Miðflokkin

Hvussu høvdu tit viljað, at skipanin við lestrarstuðli varð samanskrúvað?
Vit halda, at øll í Føroyum skulu hava møguleika at taka útbúgving. Tí fegnast vit um, at vit fáa ókeypis miðnámskúlaútbúgving og hægri útbúgving. Hetta er tó sera dýrt og kostar landskassanum 356 milliónir um árið. Landið gevur aftrat hesum 130 milliónir í lestrarstuðli um árið, og tað, halda vit, er ein órímiliga stór upphædd, tí útbúgvingin er longu ókeypis.

Nevndin er ikki heilt samd, men øll vilja onkursvegna minka ymiskar stuðulsupphæddir, sum vit halda eru órímiligar. Ein minniluti ynskir at leggja allan lestrarstuðulin um til lán.

Tey flestu vilja hava stuðulin, sum er 1.838 kr. til heimabúgvandi miðnámskúlanæmingar lækkaðan, og stuðulin, sum er 3.815 kr. til útibúgvandi, hækkaðan við samsvarandi upphædd.

Ein meiriluti vil gera mun á heima- og útibúgvandi á hægri útbúgving, soleiðis at stuðulsupphæddin til heimabúgvandi verður hálverað. Tó vil meirilutin ikki at lækka stuðulin til útibúgvandi beint nú.

Øll nevndin er samd um, at lesandi skulu hava betri møguleika at taka størri rentufrí lestrarlán. Soleiðis varðveita tey við fíggjarligum avbjóðingum møguleikan at lesa, uttan at landskassin missir órímiliga nógv.

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?
Miðflokkurin hevur ikki viðgjørt málið enn.

 

 

Les eisini:

Politisku ungmannafeløgini um feløg sum Uber og Ryanair

Politisku ungmannafeløgini um rúsdrekkalógina og halgidagslógina 

Politisku ungmannafeløgini um ES 

Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk 

Politisku ungmannafeløgini um hjúnabandslógina 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.