Soleiðis lærir tú at bara eta, tá tú følir svongd

Soleiðis lærir tú at bara eta, tá tú følir svongd
Eitt gott hugskot til kvinnurnar, sum nú eru í gongd við sukurfríu avbjóðingina hjá MonaFitness
05.05.2016 - 22:15

Mánadagin byrjaðu fleiri hundrað føroyskar kvinnur avbjóðingina, sum kallast “30 dagar uttan sukur”. MonaFitness kom við hugskotinum, og í dag hevur hon fleiri enn 500 kvinnur við sær. Á einum facebookbólki við fleiri enn 2000 limum gevur Mona føroyskum kvinnum motivatión at eta sunt og íðka nógv. Hesa vikuna hava dagføringarnar á bólkinum verið nógvar, og kvinnurnar, sum luttaka í avbjóðingini, eru allar við til at inspirera og motivera hvørja aðra. Aftrat fleiri lekkrum uppskriftum og uppmuntrandi orðum, verður eisini erliga tosað um, hvussu torført tað er at halda sær frá sukrinum, og hvørjar abstinensir fylgja við. 

 

Vit øll vita, at tað er torført at halda seg burtur, tá ið vit munga. “Bara ein punt av sjokolátu... Okay, kanska ein aftrat... Ella tveir...” Ja, tað er torført og uppaftur harðari at steðga sær sjálvum, tá ið vit eru farin í gongd. Áðrenn vit vita av, er øll sjokulátaplátan etin ella allur kipspakkin uppi.

 

Eisini hava flestu kvinnur lætt við at telja hvørja kaloriu, og tær fáa eitt kompliserað forhold til mat. Børn duga hinvegin væl at meta, nær tey eru svang, og nær tey eru mett - og tey hava eitt natúrligt forhold til mat. Tað er nakað, sum vit kundu lært eitt sindur av. 

 

Ígjøgnum hesa avbjóðingina uttan sukur í 30 dagar og áhaldandi sunna lívstílinum er gott at vita, hvussu vit kunnu læra bert at eta, tá vit føla svongd, og ikki líka ofta, tá søta tonnin mungar. 

 

Femina legði eina venjing út, ið kundi verið góð fyri tær kvinnurnar, sum nú eru í gongd við avbjóðingina at halda sær frá tí søta hendan mánaðin. Venjingin er hendan: 

Fyri at umganga at vit ovureta okkum og eta óneyðugar kaloriur, so er tað eitt gott hugskot at gera okkum eitt svongd-barometur. Barometrið skal ganga frá 0 (um at doyggja av svongd) til 10 (ov mett). Vit áttu bara at etið, tá svongdin liggur um 3 á barometrinum. Hvørki hægri, tí tá tørvar okkum ikki at eta, men heldur ikki lægri, tí tá er lætt at ovureta seg. So skuldu vit eisini steðgað at eta, tá svongdin liggur um 6 á barometrinum. Endamálið er at líta á, at kroppurin - aftur - kann merkja, nær vit hava tørv á mati, og hvørja mongd okkum tørvar. 

 

Hvat halda tit? Er venjingin góð til tær 500 kvinnurnar hendan mánaðin? Ella halda tit, at hetta bara ger forholdið til mat uppaftur meir kompliserað? 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.