G! Fjósið pimpað

G! Fjósið pimpað
Kendi danski VJ'arin Mads Knudsen, eisini kendur sum Mad ES, hevur gjørt feitu ljósmyndina Í Fjósinum. Nakað, ið vit føroyingar ikki hava sæð fyrr!
15.07.2016 - 19:30

Ímeðan regnið oysir niður uttanfyri, so er bæði stilt og heitt í fjósnum. G! hevur fingið ein sera dugnaligan VJ at gera ljósmynd inni í fjósinum, sum er við til at skapa eitt heilt serligt huglag har.

 

Fyri tykkum, sum ikki kenna orðið VJ: Orðið er í familju við orðið DJ. Tað stendur fyri "video jockey", og merkir tað, at teir á sama hátt sum DJ's standa við ein pult og seta ljóseffektir inn undir konsertum og tiltøkum. Ein VJ ger visuella list.

 

Høgur í metum

Mad ES er høgur í metum í júst hesi vinnugreinini. Hann spælir í løtuni við bólkinum Alo Wala og hevur ferðast sum VJ í fleiri enn 18 londum. Fyrr í summar var hann eisini VJ á Roskilde Festival hjá t.d. bólkinum Mendosa.

 

- Selv synes jeg, at min styrke som VJ er, at jeg er god til at følge musikken med mine visuelle effekter, desuden at jeg skaber indhold, som er reflekterende i forhold til det, der spilles.

 

Tað liggur meira í tí, enn bert at seta ljós til

Mad ES arbeiðir mest við tónleiki, sum umboðar "psychadelic" tónleikastílin, sum kann lýsast sum sýraður teknotónleikur. Hann hevur VJ'að til øll sløg av tónleiki; alt frá festligum fólkatónleiki til harðan tungmálm.

 

- Når jeg skal være VJ til en slags musik, så er det meget vigtigt for mig, at jeg kender kulturen omkring musikken. Hvis jeg f.eks. skal lave effekter til musik, der er domineret af en sydamerikansk trumme, så vil jeg virkelig sætte mig ind i den sydamerikanske musikkultur, befolkningen der osv. Sådan kan jeg skabe en så komplet oplevelse for dem, der lytter, som muligt.

 

Tað, sum eisini ger Mad ES serligan, er, at hann skapar alt innihaldið hjá sær sjálvur. Hann tekur ikki ting niður av netinum, sum nógvir aðrir VJ's gera. 

 

VJ pulturin

 

 

Er inspireraður av føroysku fjøllunum til TalGILDIÐ

- Jeg skal lave lys til TalGILDIÐ, og har jeg til det skabt et lysbillede, som er indrammet af gaffa-tape. Til dette lysbillede har jeg fået inspiration fra landskabene i Grønland, Island og selvfølgelig også Færøerne. Man vil også kunne se, at jeg til dette lysbillede har taget effekter fra nordlysene og solopgang, og er billedet opbygget som fjelde.

 

Niðanfyri er lítil brellbiti av, hvat vit kunnu vænta leygarkvøldið frá klokkan 20:40 til 02.00 tíðina. Gleðið tykkum!

 

 

 

 

Filmað: Bjarni Rasmussen

Klipt: Tóra í Stórustovu

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.