Føroyski málmspallurin vekir áhuga uttanlands
Finski fotografurin, Eija Makivuoti, hevur síðan 2008 verið til nærum allar føroyskar málmskonsertir í Føroyum og uttanlands.
18.07.2015 - 18:30

Hon ger fotojournalistiskt arbeiði um tónleik, umframt verkætlanir saman við tónleikabólkum.

Eija hoyrdi um Føroyar, tá hon skuldi taka sær av einum føroyingi í Helsinki fyri nøkrum árum síðani. Hon setti seg í samband við SIC, og soleiðis byrjaði hennara samstarv við føroyska tónleikapallin.

 

 

Hví Føroyar?

Bókin “Havin hjá Birgit” er ein samling av myndum hjá Eiju og sitatum frá fólki, hon hevur møtt gjøgnum hennara tíð í Føroyum. Bókin varð útgivin fyri viku síðani í Reinsarínum og hevði eina eykaútgávu við konsert og samrøðum í Fjósinum á G! Festivalinum í ár.
 

- Eg kundi gjørt sum flestu turistar og tikið vakrar sólmyndir av náttúruni, men soleiðis síggi eg ikki Føroyar.

 

Hon heldur, at Føroyar hava nakað serstakt, sum ikki kemur fram í ljósið. Myndirnar eru melankoliskar og ærligar við mjørka, einsligum gøtuljósum og føroyingum, sum hugleiða um at vera føroyingur.


Til konsertina spældi málmsbólkurin, Jurghinn, akustiskan whiskey rokk, og konsertin hevði ein lættan stemning yvir sær. Tað merktist, at hon hevur skapað sær nøkur tøtt vinabond.

 

 

 

Allir tónleikararnir kennast

Serliga eru tað fólkini, sum hava sett síni spor á Eiju, sum leggja dent á, hvussu takksom hon er fyri blíðskapin frá føroyingum. Hon hevur altíð verið bergtikin av Føroyum, og her er tónleikapallurin einki undantak.

- Málmsmentanin í Føroyum er lítil og merkt av samarbeiði heldur enn kapping, sigur Eija um Føroyar.

 

 

 

- Hon hevur stóra ávirkan

Tað sigur Teitur Egholm Fossaberg, sum hevur kent Eiju síðan 2008. Teitur er ein av teimum aftan fyri málmsíðuna Upp við Hornunum, og hava tey havt nógv samstarv.

 

- Eg haldi, hon hevur nógv meira ávirkan, enn mann heldur. Tað er ikki ein ávirkan, mann leggur so nógv merki til, men mann hevði væl lagt merki til tað, um hon brádliga varð vekk (...) Tær (myndirnar, red.) seta ein ávísan dám, allir bólkarnir hava brúkt myndir hjá henni, hon dugir sera væl at lýsa føroysku málmspallin, sigur Teitur.

 

 

 

 

Eija er enn líka hugtikin, og tekur enn myndir í Føroyum. Myndirnar kunnu m.a. síggjast á facebook-síðu hennara her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.