Ummæli: Rís og rós á G!

Ummæli: Rís og rós á G!
Fantastiskur stemningur, alternativ tiltøk og blíðskapur á G! Festivalinum, men ússaligur matur, anlegg og ljóðfólk
19.07.2015 - 21:00

G! Festivalurin er meira enn bert ein tónleikafestivalur. Alternativu tiltøkini eru fantastisk, og blíðskapurin kundi ikki verið betri. Men tað er neyðugt við nøkrum ábøtum, skal festivalurin gerast enn betri. 

 

 

5 rísandi orð:

 

1. Dýrur plastikkmatur

- Eg havi fingið feitt við kjøti á, søgdu fleiri festivalgestir um grillaða lambskjøtið.

Maturin var alt ov dýrur og keðiligur. Har manglaði úrval og serliga onkur lættur matur t.d. ein pylsa. Á mongum økjum er G! Festivalurin kendur fyri at skarða framúr øðrum festivalinum, men á matøkinum er hann akkurát líka mainstream sum aðrir festivalar.

Skaffa ein bíligan pylsuvogn.

Les eisini: Röddin ummælir mat á G!


Dýrt, turt og yvirkókað

 

2. Vánaligt ljóð á sandinum

Surprise, surprise! Sandurin hvarv enn eina ferð, og ljóðið var vánaligt. Ár eftir ár floyma aldurnar um allan sandin, og gravkúgvin má oman at gera byrgingar. Hygg at vestfallskyrrindunum á portalinum áðrenn! Ljóðið var veikt, og teknisku trupulleikarnir gjørdu tað ikki frægari. Tú mátti stundum tamba tær oyruni fyri at hoyra tónleikin. 

Skift anlegg og ljóðfólk út.

Les eisini: Ummæli: Ongin trøllabinding í ár



Trupulleikar við ljóði ávirkaðu konsertirnar á sandinum

 

3. Ólekkur WC

Hevði tað verið sjálv hennara hátign, ið stóð inni á vesinum, so høvdu nýstini ikki verið harðari. Vesini vóru ólekkur, og tí duldu festivalgestirnir ikki fyri... WC'ini á teltøkinum vóru vemmilig, fleiri høvdu ikki setur, og summi vóru tipt, so tað næstan fleyt yvir við skræpugrønari vesku.

Syrg fyri at fáa WC'ini vaskað.


Tipt WC á teltøkinum

 

4. Langt til tjaldingarøkið

Tað var langt at ganga yvir til teltøkið. Bussur koyrdi ímillum, men tað var kanska nakað langt millum túrarnar. Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Veðrið var gott og tað hevur kanska hjálpt eitt lítið vet upp á timburmenninar at fáa nakar gongutúrar.

Skaffa tveir mini-bussar millum festivaløkið og teltøkið.


Neyðugt við massasju fyri at orka at ganga yvir til teltøkið

 

5. Misvísandi skeltir

Fyrstahjálparskeltini við einum píli á gingu frá festivaløkinum og langt niðaneftir. Tað var bara ikki serliga smart at fylgja skeltunum, tí tú komst til læstar sjúkradyr...

Sjúkrahjálpin má halda sín post.

Les eisini: Skattaveiða eftir sjúkrasystrum 


Pílarnir førdu til læstar dyr

 

 

5 rósandi orð:

 

1. Fjósið

Tað er líka við, at mann bara kundi havt ein festival, sum æt Fjósið. Skráin tóktist ikki at vera av nógvum, men tað var ótrúliga stuttligt og fjølbroytt. Ein operakonsert og ein stumfilmur við livandi horntónleiki tóku meg av bóli. Alternativi pallurin er heilt vist ein fantastiskur faktorur á G! Festivalinum, sum ger hann til meira enn bara eitt tónleikatiltak.

Les eisini: Frásøgn: Opera í einum fjósi á G!?


Stumfilmur við livandi horntónleiki í Fjósinum

 

2. Gøtublíðskapur

Eitt var at ganga á sjálvum festivaløkinum, eitt annað var at ganga millum húsini í bygdini. Tað stóð ikki á at bjóða fólki inn til ein kaffimun, nátturðabita, eina øl ella bara til eitt gott prát. Tú gekst kanska svangur á festivaløkjinum, men tað var sanniliga ikki neyðugt í grannalagnum.


Kaffiprát hjá Valborg Jacobsen

 

3. Alternativið

Tað var ikki neyðugt at ganga sum seyður í rætt til konsertirnar. Ein hópur av alternativum møguleikum so sum livandi bókasavn, heitir pottar, bókaframløgur og smáu hornini skapaðu eitt "hang out" umhvørvi á festivalinum.

 

4. Vaktirnar

Vaktirnar gjørdu sítt arbeiði til lítar. Ruskíløtini vóru smá (og tað fleyt allastaðni), men vaktirnar vóru raskar at taka upp eftir festivalgestunum. Tá sandurin bleiv stongdur, hildu vaktirnar vakt alla náttina, so ongin slapp oman. Vaktirnar fluttu seg ikki av fótinum, hóast tað var ein kaldur og keðiligur postur at fáa.


Smá ruskíløt, men vaktirnar vóru raskar at rudda

 

5. Luksus WC við G! kirkjuna

Meðan øll onnur WC vóru ólekkur, skitin og tipt, fanst tú eitt nossligt WC beint við G! kirkjuna, ið bæði hevði setur á kummuni, spegl og stikkkontaktir (sum riggaðu). Tað var praktiskt í mangar mátar. Tú kundi avgreiða tíni høvuðsørindir, samstundis sum tú kundi løða tær telefonina uppaftur.


Løð telefonina, meðan tú pissar

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.