Tí skalt tú hyggja at sjónvarpsrøðini Skam

Tí skalt tú hyggja at sjónvarpsrøðini Skam
Fleiri enn 15.000 danir hyggja at norsku sjónvarpsrøðini hvønn dag, men er hon tað verd?
30.09.2016 - 23:15

Hvussu ber tað til, at ein norsk ungdómsrøð verður so mikið væl umtókt, at hon kemur allan vegin til Danmarkar og Føroyar?

 

Jú, Skam pakkar tað ikki inn í pappír. Hon lýsir ungdómin, sum hann er í dag, uttan nakað tvætl. Ungdómurin í seriuni hevur júst somu trupulleikar, spurningar og er júst líka forvirraður, sum tannáringar vanliga eru. 

 

Sesong eitt snýr seg um Evu, ið júst er byrjað í 1.g í Oslo. Hon finnur sær skjótt ein vinarbólk, ið sjónvarpsrøðin byggir út frá. Sesong tvey snýr seg um Nooru, ið er vinkona hjá Evu. Sesong trý er ávegis, og hon snýr seg um vinmannin Isak.

 

Sjónvarpsrøðin hevur eisini fingið ógvuliga nógv rós fyri sjónleikararnar, ið tey hava valt. Fólk eru vorðin troytt av at bert síggja ónatúrliga klænar og modelvakrar gentur og ekstremt væl trenaðar dreingir (ella 27 ára gamlar menn, ið spæla ein 16 ára gamlan leiklut). Skam hevur ymiskleika og tannáringar, ið síggja út sum tannáringar.

 

Ljóðbondini til Skam eru eisini ógvuliga væl dámd... av góðari orsøk. Har eru sangir frá norskum, íslendskum og svenskum tónleikarum. So nú bíða vit bara, inntil eitt lag hjá Teiti Lassen ella Eivør eisini koma á. Tú hoyrir eisini tey heilt vanligu hitlistaløgini sum Closer, Good For You og Take Me To Church.

 

 

Um tú ikki hevur nakrar ætlanir fyri vikuskiftið, kanst tú síggja allar partarnar ókeypis á nrk.no! Enjoy.

 

P.s.: Cosmopolitan hava verið so mikið blíð, at tey hava gjørt ein orðalista, so tú skilir norska ungdómsmálið. Tjekka hann út her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.