Nýtt staklag við Benjamin Rajani

Nýtt staklag við Benjamin Rajani
Hoyr nýggja staklagið og les samrøðu við unga Benjamin her!
10.11.2016 - 17:45

21-ára gamli Benjamin Rajani hevur júst útgivið nýggja staklagið This I Know, ið fer at vera á komandi fløgu hansara To Be Torn, ið kemur út tann 25. novembur.

 

- Eg skrivaði This I Know um hesa tíð síðsta ár. Tá var hann bara guitar og sangur. Eg vísti hann so fyri Benjamin Petersen og Mikael Blak, og teir løgdu mandolin og kontrabass avtrat. Per I. Højgaard Petersen spældi trummur, og Lea Kampmann spældi violin og sang kór, fortelur Benjamin Rajani.

 

- Lívið er ein innpakkað gáva

Benjamin valdi at útgeva júst hendan sangin sum staklag, av tí at hesin sangurin lá honum kærast av øllum songunum á fløguni.

- Sangurin fortelur, at tilveran kann tykjast ónd og døpur til tíðir, men at lívið kortini er vert at liva, og at lívið er ein “wrapped gift to be torn / crown to be worn”, forklárar hann.

 

- Eg eri ótrúliga takksamur fyri úrslitið, og hvussu Mikael hevur frammleitt og fingið sangin at hanga saman, sigur Benjamin at enda við.

 

Hoyr sangin her:

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.