- Tónleikurin er inspireraður av menniskjum
Regin Guttesen hevur givið nýggja fløgu út. Kom við aftan fyri fløguna og hoyr, hvat Regin, vinir og familja hava at siga um fløguna
21.11.2016 - 15:30

Sjangran, heitið og perman boða frá, at Regin hevur sína dagligu gongd í aðrari mentan enn okkara egnu, tryggu og kendu mentan í Føroyum. Men kortini hoyrast tónar, sum boða frá, at røturnar eru føroyskar. Regin býr nemliga í Italia og hevur búðleikast har síðani 2003.

 

 - Eg havi gjørt eina fløgu, ið er eitt sindur ørðvísi enn tað, eg vanliga geri, letur í Regini, meðan hann situr við stóra flygli og leikar á tagentarnar.

 

 - Hetta er tónleikur, eg havi spælt í mínum stillu løtum, har eg fekk frið at hvíla, hugsa og skapa. Og fyri fyrstu ferð havi eg nú útgivið nakað av tí, leggur hann aftrat.

 

 

Góð undirtøka
Regin legði einaferð eitt av hesum løgunum út á Youtube, og hann fekk so mikið góða móttøku, at hann bleiv motiveraður til at geva nakað út av tí. Við gomlum og nýggjum løgum, sum Regin hevur skrivað gjøgnum seinastu 20 árini, verður hurðin latin upp fyri okkum inn í eina nýggja sjangru, ið er ein spennandi blanding av romantikki og dramatikki, kryddrað við klassiskum elementum.

 

 - Musikkurin er inspereraður av upplivingum, ið bæði eru góðar og minni góðar. Men meir enn nakað annað eru tað menniskju, ið hava inspererað meg til at skapa tónleik, sigur Regin at enda.

 

 

 - Eg hoyri, hvørjum lag hann er í

Eg spurdi Heidi, konu Regin, hvat hon hevði at siga um útgávuna:

 

 - Eg eri stolt av honum. Hesi løg eru sum at vera heima fyri meg. Eg havi hoyrt tey nógv gjøgnum árini. Tað er sum at hoyra Føroyar inni í stovuni hjá okkum í Italia, sigur hon og smílist. Eg hoyri á sangunum, hann spælir, hvørjum humøri hann er í, og tá eg hoyri hesi løg, veit eg, at hann er onkustaðni djúpt inni í sær sjálvum, ella at hann kanska saknar pápa sín.

 

 

Tónleikur bindur menniskju
Har stóð eg saman við teimum – Regini og Heidi – og kendi á mær, hvussu tónleikur bindur menniskju saman í eitt tætt forhold. Eg føldi meg sum ein part av tí. Og sjálvt um eg eri ung og kanska lurti eftir heilt øðrum sjangrum av tónleiki, so er okkurt, sum dregur meg at leggja fløguna á, og eg upplivi nakað, sum er heilt unikt – nakað, sum gevur mær eitt momento í mínari tíð.

 

 

 

Regin hevur spælt tónleik tað mesta av lívi sínum og hevur givið út og framleitt nógv ymiskt: Ein glotti fyri framman (1992), Writing you a song (1997), Xenos (2001), Fjakkari (2009), Straniero (2012).

Nýtt og gott gamalt, M.C (1994), Sálmar og sangir í nýggjum búna, M.C. (1998), Brotin, Heini Lutzen (1999), og Jólafløgan (1999).

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.