Alphaville á G!
Enn eitt stórt útlendskt navn er nú lagt afturat G! skránni fyri 2017, og hesa ferð er talan um ein bólk, ið var serliga populerur í 80'unum
26.01.2017 - 15:45

G! skráin er við at taka skap, og eitt tað seinasta navnið, sum á hesum sinni verður kunngjørt, er týski bólkurin Alphaville. 
 

Hvør kennir ikki monster-hittið "Forever Young", sum yvir 157 milliónir hava sæð/lurtað eftir á Youtube, og løg sum "Big in Japan", "Jet Set" og "Dance With Me" vóru eisini kend løg í 80'unum. 


Hóast Alphaville ikki er eitt serliga kent navn millum tey heilt ungu anno 2017, so kunnu tey, sum minnast tónleik frá 80'unum, gleða seg til G! festivalin. 


Les eisini: Suspekt á G! 2017
 

Í gjár kunngjørdu fyrireikararnir av G! festivalinum rappbólkin "Suspekt", sum tey flestu ungu í dag kenna. Sostatt er G! skráin bæði fyri yngra og eldra ættarliðið.


Lurtið við í Góðan Morgun Føroyar í morgin árini, tá enn eitt navn til ársins G! festival verður kunngjørt. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.