Veganskur chiabudingur

Veganskur chiabudingur

Veganskur chiabudingur
Mungar tú eftir onkrum søtum, men sunnum?
02.12.2015 - 11:00

Jú, so er hesin leskiligi chiabudingurin júst nakað fyri teg! Hann er eyka lættur at gera, og tú skalt ikki eiga tað stóra inni - bert chiafrøini, ið tú kanska mást skaffa tær.


Chiafrø eru sera sunn, tey eru protein- og trevjurík, glutenfrí og full í nógvum góðum vitaminum.


Royn hann næstu ferð tú mungar eftir onkrum góðum.

Tú skalt brúka:

2 spsk. chiafrø

2 dl. mandlumjólk

1/2 tsk. vaniljuekstrakt

1/2 ella 1 banan

Jarðber

Bláber

Hakkaðar nøtir

Framferdarháttur:

Rør saman chiafrø, mandlumjólk og vaniljuekstrakt í einum glasi. Set í køliskápið í minsta lagi 1 tíma og rør í av og á (ber eisini til at standa náttina yvir). Blenda banan, jarðber og vatn saman og koyr oman á budingin.

Pynta við bláberum og hakkaðum nøtum. Smakkar eisini sera væl við agave siroppi.

Uppskriftin er av blogginum hjá Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen og er at finna her.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Sissal bloggar: #2. partur

Sissal bloggar: #1. partur

SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin