Avslappaður vetrarmóti í ár

Avslappaður vetrarmóti í ár

Avslappaður vetrarmóti í ár
"I like my money right where i can see it.. Hanging in my closet." - Carrie Bradshaw
20.10.2016 - 17:00

Vit eru komin inn í heystið, og summarklæðini skulu skiftast út. Dýnujakkar, nýggir mátar at hava taskuna uppi á sær, hettutroyggjur, oversized trench-coats, leysar buksur og dempaðir litir. Tað sær út til, at vit sleppa at vera bæði avslappað og modernað samstundis hendan veturin. Tað ljóðar ikki so galið, ha?

Les meira her og fá íblástur til títt nýggja vetrarskáp.


Puffuttir dýnujakkar

Teir puffuttu dýnujakkarnir eru so stílfullir, at tú vildi ynskt, at tú longu var køld.

 

Gabriella Hearst, Marc Jacobs, Stella McCartney, Sacai og Vivienne Westwood seta puffuttar dýnujakkar saman við fínum klæðum. Kann mann annað enn at dáma hesa spontanu samanblandingina?

___________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Grátt oman yvir grátt

Ein avslappandi litur, sum riggar til stórtsæð alt. Um tú brúkar grátt, kanst tú nú balla teg eitt sindur longri undir dýnuni um morgunin og sleppa undan at brúka tíð uppá at fáa klæðini at passa saman í farvum. Ja takk!

Vit síggja her, at Creatures of Comfort, Jason Wu, Arthur Arbesser, Sophie Theallet og Carolina Herrera eru samdar við okkum.

_________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Hettutroyggjur

Hvussu kundi tað blivið betri? Nú sleppur tú at ganga í eini stórari hettutroyggju og ikki vera rotin, men stílfull! Er tað nakar annar, sum fer at liva í stórum hettutroyggjum í vetur?

 

Tað fara Vetements, Each x Other, Lacoste, Alexander Wang og Anthony Vaccarello sikkurt eisini.

___________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Løgnir mátar at halda taskuni

Tað er ikki nokk við, at klæðini til veturin skulu vera avslappandi, nú skulu vit heldur ikki hugsa um at skula halda taskuni hjá okkum.

 

Takk fyri Prada, Céline, Proenza Schouler at tit eisini gera okkara lív eitt lítið sindur nemmari við nýggjum mátum at halda taskuni.

_________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________

Her í Føroyum gleðast vit eisini um tann nýggja heystmótan. Her kanst tú síggja eitt brot frá mótashow’inum, sum var í SMS fríggjadagin 7. oktober.

 

Myndakeldur: elle.com, pinterest.com

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Stílurin eftir Rasmus Árting

Stjal stílin: Noora Sætre, Skam

Stílurin á Tórsfest