SEV sigur níggju fólkum úr starvi

SEV sigur níggju fólkum úr starvi
Uppsagnir og onnur tiltøk gera, at SEV røkkur málinum um at spara 10 milliónir krónur í ár.

30.01.2012 - 13:15

Sparitiltøk í SEV hava við sær, at níggju fólk í dag hava fyri ætlanarskriv um uppsøgn.

Eykaaðalfundurin í SEV fyri jól samtykti, at el-felagið skal spara 10 milliónir krónur í rakstrinum í ár.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at fyrst og fremst hevur verið kannað, hvussu sparast kann uttan at siga fólki úr starvi, men tað slepst tíverri ikki undan.

Broytingar verða á samskiftisdeildini, verkfrøðingadeildini, í debitorbókhaldinum, móttøkuni, innan reingerð,  á kundamóttøkunum í Vestmanna og Klaksvík, og eisini á rakstrardeildini.

SEV hevur eisini gjørt av selja tríggjar bygningar - ein í Miðvági, ein við Streymin og ein í Vágum. Eisini eru ætlanir um at uppsiga leigumál í Vestmanna og og Klaksvík, og tað ber í sær, at kundamóttøkan á hesum plássum heldur uppat.

Ymiskar rakstraruppgávur verða útsettar, og á tann hátt ber til at spara fýra milliónir krónur í ár.

Samráðingar eru við ymiskar veitarar um nýggjar treytir, við tí endamáli at spara eina millión krónur.

Við hesum tiltøkum fer SEV at røkka málinum at skerja hallið í ár tilsamans 10 milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985