- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðfeingi og eftirlitsstovnarnir skulu undir eina lon

Vinnumálaráðið væntar sær nógv burturúr at leggja saman Jarðfeingi, eftirlitisstovnarnar á Skálatrøð og endurstovnaða Ferðaráðið.

Stovnarnir skulu leggjast saman í eitt nýtt Vinnustýri.

Sambært eini frágreiðing, "Vinnustýrið - skitsa til samanlegging og effektivisering", sum útvarpið hevur fingið innlit í, ber til at spara pengar, effektivisera virksemið og skapa sterkari fakligt umhvørvi við at leggja stovnarnar saman.

Ítøkiliga er talan um at leggja saman Jarðfeingi, Elveitingareftirlitið, Fjarskiftiseftirlitið, Skráseting Føroya, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Posteftirlitið og endurstovnaða Ferðaráðið.

Samlaða játtanin til hesar stovnar er í dag 32 milliónir krónur. Men teir tjena eisini pengar. Brúkaragjøld av ymsum slag geva 15 milliónir í inntøku, so netto kosta teir tilsamans 17 milliónir.

Tilsamans arbeiða 45 fólk á hesum átta stovnum, ið Vinnumálaráðið ætlar at leggja saman í eitt nýtt Vinnustýri.

Frágreiðingin hevur einki boð uppá, hvussu nógv til ber at spara við at leggja saman stovnarnar. Tó verður staðfest, at sambært langtíðar játtanarkarminum skulu stovnarnir undir Vinnumálaráðnum spara tilsamans 15 milliónir krónur næstu fimm árini, og tí er neyðugt við áhaldandi umleggingum og rationaliseringum.

Sambært frágreiðingini skulu Jarðfeingi og eftirlitisstovnarnir á Skálatrøð eisini leggjast saman fysiskt. Víst verður á, at stovnarnir hava ræði á meira enn 2000 fermetrum, og tað er væl meira enn neyðugt. Tí, sigur frágreiðingin, ein leyslig tørvsmeting er áleið 1000 til 1500 fermetrar.

Jarðfeingi og stovnarnir á Skálatrøð rinda tilsamans góðar 1,8 millión krónur um árið í húsaleigu.

Í frágreiðindini "Vinnustýrið - skitsa til samanlegging og effektivisering" verður einki sagt um, hvar nýggja Vinnustýrið skal halda til. Har stendur bara, at samanleggingin skal vera framd 1. juli 2012, og fysisku karmarnir eiga at verða loystir 1. januar 2013.

Við útvarpið í vikuni segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at hann hevur fingið politiska undirtøku í landsstýrinum til at fremja samanleggingina.