Fundur við Norwegian hósdagin

Fundur við Norwegian hósdagin
Fimm útlendsk flogfeløg hava sýnt áhuga at flúgva til Føroya, og hósdagin verður fundur við eitt teirra, Norwegian

13.02.2012 - 15:00

Hósdagin fara umboð fyri Vága Floghavn á fund við norska lágprísfelagið Norwegian, sum er eitt av flogfeløgunum, ið hevur sýnt áhuga fyri at flúgva til Føroya, nú flogbreytin í Vágum er longd.

- Eg tori ikki at siga nakað undan fundinum, men vit hava so við okkum alt tilfar, sum Norwegian hevur biðið um, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, við Portalin.

Tilsamans hava eini fimm útlendsk flogfeløg sýnt áhuga at flúgva upp á Føroyar, og hava biðið um tilfar um longdu flogbreytina.

Tá Norwegian kunngjørdi sína summarferðaætlan fyri tíð síðani, vóru Føroyar ikki við í ferðaætlanini.

Herfyri skrivaði Vága Floghavn undir sáttmála við  byggifelagið J.&K. Petersen um at rudda ósprongda spreingitilfarið, sum varð funnið, meðan flogbreytin varð longd.

Arbeiðið at rudda dynamittið burtur verður ikki liðugt fyrr enn seint í summar, og tástani kann glíðibreytin, sum ger tað høgligari hjá flogførum at seta seg í Vágum, setast upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026