Noreg og ES: Vit bjóðaðu Íslandi og Føroyum størri kvotu

Noreg og ES: Vit bjóðaðu Íslandi og Føroyum størri kvotu
Skotar eru í øðini inn á Ísland og Føroyar, tí einki spurdist burtur úr seinasta samráðingarumfarinum um makrelbýtið, og vilja ES-boykottið at fevna um allan fisk, ikki bert makrel

17.02.2012 - 13:19

Noreg og ES siga seg harmast um, at einki spurdist burtur úr samráðingunum um býtið av makrelinum í ár.

- Hóast fimm samráðingarumfør um makrelbýtið fyri 2012, har Noreg og ES hava lagt fram trý uppskot til semju, er tað eitt stórt vónbrot, at hvørki Ísland ella Føroyar hava tikið virknan lut í at finna semju, siga Lisbeth Berg-Hansen, norskur fiskimálaráðharri, og Maria Damanaki, ES-nevndarlimur, í felags fráboðan eftir úrslitaleysa samráðingarumfarið í Reykjavík.

Tær vilja vera við, at hvørki Ísland ella Føroyar løgdu fram nakað uppskot, sum tók atlit at, hvar makrelurin svimur og søgulig rættindi, soleiðis sum gjørt hevur verið við undanfarin samráðingarumfør.

Noreg og ES vilja vera við, at tey bjóðaðu Íslandi og Føroyum ein munandi størri part, enn londini høvdu eftir upprunaliga býtinum. Eisini vildu Noreg og ES loyva íslendskum og føroyskum skipum at fiska ein stóran part av kvotuni í norskum og ES-sjógvi.

Eftir úrslitaleysu strandalandasamráðingarnar fara ES, Noreg, Ísland og Føroyar væntandi at áseta sær eginkvotu.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at føroyska eginkvotan neyvan verður minni enn í fjør, tað eru í minsta lagi 150.000 tons.

Skotar í øðini

Samstundis er skotska fiskivinnan í øðini inn á Ísland og Føroyar eftir úrslitaleysu makrelsamráðingarnar í Reykjavík.

-Vit fordøma Ísland fyri at bjóða strandalondunum til Reykjavíkar at samráðast, tá tey ikki vísa nakran veruligan vilja at finna semju, sigur Ian Gatt, stjóri fyri felagsskapin hjá skotsku uppsjóvarvinnuni, SPFA.

Ian Gatt spyr eisini, hvat Føroyar gjørdu á fundinum í Reykjavík, tá landið einki hevði at samráðast við, men bara situr tigandi og bíðar eftir, at tað slitnar, so landið kann áseta eginkvotu.

Stjórin í felagsskapinum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni heitir tí á ES um at seta tiltøk í verk móti Íslandi og Føroyum, longu áðrenn makrelfiskiskapurin tekur seg upp í summar.

Ian Gatt heitir beinleiðis á skotska og bretska fiskimálaráðharran, Richard Lochhead og Richard Benyon, um at gera alt fyri at ávirka ES, soleiðis at tiltøk verða sett í verk móti Íslandi og Føroyum beinanvegin.

Í gjár segði írski tjóðartingslimurin, Pat the Cope Gallagher, sum ES-tingið hevur biðið um at fylgja málinum um at seta handilstiltøk í verk móti triðjalondum, ið sambært ES ikki fiska burðardygt, at málið má takast upp á komandi fundi í fiskivinnunevndini hjá ES.

Nevndin hittist 29. februar, og Pat the Cope Gallagher skal hava sagt, at hansara uppskot verður, at upprunaliga uppskotið um at boykotta makrel verður víðkað til at fevna um allan fisk og fiskavørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Leygardag 28. september
Vikan 28. september 2024
181343
Leygardag 28. september
Morgunlestur leygardagur 28. september 2024
180897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171