Løgmaður: Teir hava sjálvir peikað á tríggjar limir

Løgmaður: Teir hava sjálvir peikað á tríggjar limir
Aksel V Johannesen vil ikki úttala seg um støðuna har arbeiðsbólkurin, sum skal kanna møguleikan at bora frá Skúgvoy er blivin kallaður inhabilur.
 
14.05.2025 - 20:52

Teir hava sjálvir peikað á tríggjar limir, eru stuttu boðini frá løgmanni í einum smsi, tá vit venda okkum til hann viðvíkjandi útsøgnina hjá Kristiani Stórhamar í gjár, um at tveir limir í skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkinum, sum løgmannskrivstovan hevur sett, eru inhabilir. 

Talan er um tvey umboð, sum Jón Sigurðson og Kristian Stórhamar ikki undir nørkum umstøðum vilja góðtaka, tí teir arbeiða hjá Landsbyggifelagnum.

Landsbyggifelagið er ráðgevi hjá PF Suðuroyartunlinum í verkætlanini, og er annar av teimum tilknýttir verkætlanini.

Arbeiðsbólkurin skal eftir øllum at døma kanna um tað ber til at bora frá Skúgvoy.

Formaðurin í bólkinum er Klæmint Eliasen, sum øll sambært Kristiani Stórá kundu semjast um. Hinir limirnir eru Jákup Martin Kjeld, Jan Odmarson, Eyðfinn Lenvig og Kim Krett Hansen.

Kristian Stórhamar og Jón Sigurson hava tikið undir við, at formaðurin er Klæmint Eliasen, men hava sagt at teir undir ongum umstøðum kunnu góðtaka, at tveir limir í bólkinum arbeiða hjá LBF, sigur Kristian Stórhamar.

Hann sigur haraftrat, at teir ikki vóru kunnaðir um, at tað vóru fimm limir bólkinum, men hildu at tað vóru tríggir limir.

Arbeiðsbólkurin kemur væntandi við einari niðurstøðu í kvøld. Sambært løgmanni verður tað í øllum førum í hesi vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809