Síðsta royndin hjá Sissal Jóhonnu gekk væl

Síðsta royndin hjá Sissal Jóhonnu gekk væl
"Sissal syngur fantastiskt væl og kláraði seg væl til síðstu klædnaroyndina, men um tað er nokk til eitt finalupláss, ivist eg í," sigur Carste Nilsson frá Eurosong.dk
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
14.05.2025 - 23:28

Seinasta klædnaroyndin hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen St. Jakobshalle í Basel, áðrenn Eurovision-hálvfinaluna í annaðkvøld, hóskvøldið, gekk væl, halda eygleiðarar. 

Carsten Nilsson frá donskum Eurovision-fjepparasíðuni Eurosong.dk, ið var inni og hugdi eftir klædnaroyndini, ivast ikki í, at Sissal Jóhanna fer at hava eina framúrskarandi framførslu í annaðkvøld. 

"Sissal klárar seg framúrskarandi væl til seinastu klædnaroyndina. Øll vit, ið elska Eurovision, elska Sissal, hon er okkara darlig, tí hon er so blíð og fevnandi."


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Finaluplássið er ivasamt

Danski Eurovision-fjepparin torir tó ikki at lova, at Sissal Jóhanna klárar at bróta danska finalu-forbannilsið og syngja Danmark í Eurovision-finaluna. 

"Sissal syngur fantastiskt væl og kann leggja so at siga allar hinar luttararnar fyri sínar føtur við sínum sangi. Men um tað er nokk til eitt finalupláss, ivist eg í. Men um alt gongur upp í eina hægru eind, so kann tað lukkast."


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Carsten Nilsson heldur, at nýggja pallsetingin av "Hallucination" er munandi betri enn til danska Melodi Grand Prix. 

"Men har eru onkrir smálutir, ið ikki enn sita heilt upp á pláss."

SOME_AFTANA_DRESSROYND

 

Tað er ikki bara bara at luttaka í heimsins størstu sangkapping. Hóast Sissal Jóhanna hevur dugað sera væl at varðveita jarðfesti, so er nógv trýst á at skula upptraðka framman fyri meira enn 100 milliónum hyggjarum kring knøttin.

 

 

Tað trýstið kennir Sissal Jóhanna eisini, so hon varð rørd av góðu móttøkuna, ið hon fekk frá áhoyrarunum í St. Jakobshalle í Basel til síðstu royndina. 

So er spurningurin, um tað er nokk til at røkka Eurovision-finaluna?

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233