Teistin verður umvældur fyri 17,5 mió. kr.

Teistin verður umvældur fyri 17,5 mió. kr.
Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni

17.02.2012 - 14:12

Johan Dahl, landsstýrismaður, fær heimild at brúka 17,5 milliónir krónur at seta nýggja motorar í strandfaraskipið Teistan.

Øll 24, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum, tá málið var til aðru viðgerð seinnapartin. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum.

Teknisku trupulleikarnir hjá Teistanum vundu upp á seg í fjør.

Leiðslan hjá Strandfaraskipum Landsins gjørdi eina umfatandi kanning, sum
segði, at generatorarnir gera minni orku, enn skipið hevur brúk fyri í ávísum
førum. Harafturat fáast ikki allir eykalutir longur. Og klassin setur krøv, sum
gera, at Teistin noyðist at liggja, tá orkuframleiðslan er ov lítil.

Teistin skal tí hava nýggjar generatorar. Nýggju motorarnir brúka 15 til 20
prosent minni olju enn teir gomlu, og dálka tí eisini minni.

Nýggja generatorskipanin er soleiðis háttað, at verður eitt generatorsett í
ólagi, fær Teistin siglt kortini, tí umvælingin kann gerast, meðan skipið
siglir.

Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262