Uttanríkisráðið fær átalu í uppsagnarmáli

Uttanríkisráðið fær átalu í uppsagnarmáli
Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at grundleggjandi mistøk vórðu gjørd í málsviðgerðini, tá fólk vórðu søgd upp í ráðnum

29.02.2012 - 18:13

Uttanríkisráðið hevur fingið eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri handfaringina av einum uppsagnarmáli.

- Eg haldi, at viðgerðin av hesum máli hevur verið alt annað enn nøktandi. Tað er samstundis mín fatan, at Uttanríkisráðið í sambandi við sparingar og bygnaðarbroytingar als ikki hevur gjørt nakra meting av framtíðarvikrseminum og starvsfólkahópinum samanhildið við tær uppgávur, sum eitt skert Uttanríkisráð skuldi røkja.

Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru um uppsagnir av starvsfólkum í Uttanríkisráðnum vegna sparingar, í niðurstøðuni.

- Vísandi til ta vantandi fyrisitingarligu viðgerðina heldur umboðsmaðurin, at talan var um grundleggjandi mistøk í málsviðgerðini av uppsagnarmálunum, og gevur tí Uttanríkisráðnum eina álvarsliga átalu fyri hetta, verður sagt.

Kæran snýr seg um grundarlagið undir og handfaringina av uppsagnunum av tveimum starvsfólkum.

Uttanríkisráðið grundgav uppsagnirnar við sparingum, men kærarin heldur grundgevingarnar vera ósakligar, og hevur víst á, at orsøk er til at halda, at uppsagniarnar vóru skeivar.

Kærarin metir, at tær uppsøgdu hava ikki hava fingið høvi til at gera viðmerkingar til veruligu uppsagnargrundirnar, sum tær meta vóru bygnaðarbroytingar.

Umboðsmaðurin mælir løgmanni til at umhugsa at taka hetta málið uppaftur til nýggja viðgerð, og vil hava løgmann at lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum.

Av tí at umboðsmaðurin heldur, at talan er um álvarslig brek við viðgerðini hjá Uttanríkisráðnum, verður álitið, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, sent formansskapinum í Løgtinginum til kunningar.

Umboðsmaðurin ger annars ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483