- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haarde: Vit bjargaðu Íslandi undan húsagangi

- Fyrst fari eg at gera vart við, at hetta er fyrstu ferð, at eg fái møguleikan at svara spurningum í hesum málinum.

Soleiðis segði fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, 60 ára gamli Geirr Haarde, tá hann kom fyri rættin í dag, ákærdur fyri sín leiklut í bankaskrædlinum í Íslandi í 2008.

Geir Haarde hevur áður sagt, at rættarmálið er ein glantrileikur.

Ein frágreiðing, sum varð gjørd í 2010, sigur, at fýra politikarar høvdu ein týdningarmiklan leiklut, tá bankarnir fóru. Men Altingið samtykti í september 2010, at bara Geir Haarde skuldi koma fyri rættin.

Rættarmálið varir 10 dagar, men enn er ógreitt, nær dómur fellur. Í ringasta føri kann fyrrverandi forsætisráðharrin fáa tvey ára fongsulsrevsing.

Geir Haarde verður lagdur undir at hava latið sum einki, og fyri ikki at hava ávarað myndugleikar og politikarar um støðuna í fíggjargeiranum undan bankaskrædlinum.

Geir Haarde sigur, at rættarmálið er ein glantrileikur, sum politiskir mótstøðumenn hava pallsett.

- Vit bjargaðu landinum undan húsagangi. Tað er eyðsýnt, um samanborið verður við støðuna í Írlandi, fyri ikki at tala um Grikkaland, segði Geir Haarde undan rættarmálinum.