- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herða reglurnar um mvg-eftirstøður

Fyritøkur skulu sleppa at skylda fýra rokningar fyri meirvirðisgjald, áðrenn TAKS sleppur at strika skrásetingina hjá virkinum.

Fíggjarmálaráðið ger nú enn eina roynd at fara eftir teimum, sum lata meirvirðisgjaldið í sín egna kassa í staðin fyri at flyta tað til landskassan:

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við lógarbroytingunum, sum komu í løgtingið í gjár, er at minka um eftirstøður og tap fyri landskassan av meirvirðisgjaldi og forða fyri, at vinnuliga kappingin verður avlagað samstundis, sum rættarkenslan hjá fólki verður styrkt.

Loysir seg ikki at bjóða

Sambært Fíggjarmálaráðnum klaga fyritøkur um, at tað loysir seg ikki hjá teimum at bjóða upp á arbeiði ella tænastur, tí tær eru uppi í móti fyritøkum, sum sleppa sær undan at gjalda meirvirðisgjaldið og tí kunnu geva lægri boð.

Í galdandi lóg ber til at krevja, at virki í sambandi við skráseting skal seta trygd, um so er, at eigari, stjóri ella nevndarlimur seinastu fimm árini verið eigari, stjóri ella nevndarlimur í virki, sum er farið av knóranum við tí avleiðing, at landið misti minst 50.000 kr.

Nú verður skotið upp at víðka hesa heimildina at krevja trygd til eisini at fevna um verandi virki fyri at minka um tapsvandan og lætta um innkrevjing av meirvirðisgjaldinum.

"Strámenn" og "konkursryttarar"

Sum reglurnar eru í dag ber til hjá fólki, sum høvdu verið kravd eftir trygd, um tey høvdu skrásett nýtt virki, at útvega

sær eitt virki, sum longu er skrásett, vanliga eitt smápartafelag, uttan at verða kravd eftir trygd.

Við hesi broyting fáa fólk, sum brúka ?strámenn? - tað er orðið, sum Fíggjarmálaráðið brúkar - ella sum útvega sær eitt longu skrásett virki, ikki tann fyrimun, tey hava í dag.

Ásetingin er ætlað sum ein forðing fyri, at somu fólk, og fyri aftur at brúka orðið hjá Fíggjarmálaráðnum ?konkursryttarar?, ferð eftir ferð byrja virksemi uttan at avrokna meirvirðisgjald til landskassan. TAKS skal eisini kunnu strika virki, sum soleiðis verða brúkt, í skrásetingini.

Eftirstøðan 120 mió. kr.

Fíggjarmálaráðið vil eisini hava, at persónlig ábyrgd kann gerast galdandi móti leiðsluni í virkjum, sum halda fram ella byrjar rakstur, hóast skrásetingin er tikin aftur ella noktað. Lógaruppskotið gevur eisini TAKS loyvi til at fara í skattskyldugu inntøkuna hjá fólki eftir MVG-eftirstøðunum.

Seinastu fimm árini er meirvirðisgjaldið, sum ikki kemur í landskassan, vorðið størri og størri.Í 2007 var eftirstøðan av meirvirðisgjaldi góðar 60 milliónir. Nú er hon tað dupulta, 120 milliónir krónur. Frá 1996 til 2010 noyddist landið at avskriva 70 mió. kr. sum tap av meirvirðisgjaldi.