Finaludebutantur fór avstað við borðtennisgullinum

Finaludebutantur fór avstað við borðtennisgullinum
Elsa Kathrina Gisladóttir úr Tór, sum var í síni fyrstu FM-finalu í borðtennis, gjørdi bart og vann á Britt Michelsen úr TBF
Mynd: Borðtennissamband Føroya  
 
11.04.2026 - 18:58

Elsa Kathrina Gisladóttir úr Tór gjørdi spádómunum til skammar, tá hon vann føroyameistaraheitið í einstaklingakappingini í borðtennnis leygardagin.

Blaðungi spælarin úr Havn var í síni fyrstu finalunu, og mótstøðukvinnan var Britt Michelsen, sum millum annað vann FM-heitið í fjør.

Vantandi royndirnar sóust ikki við borðið kortini, har láma Elsa Kathrina Gisladóttir vísti sannførandi spæl frá byrjan, og vann við fýra settum ímóti tveimum.

KONTRAST FM: Sí alla sendingina her

 

Albert ov sterkur fyri Ára

Albert Weihe Wolfsberg lat ongan iva vera um, at hann framvegis er Føroya besti borðtennisleikari hjá monnum. 

Finalan var endurtøka frá í fjør, og hóast Ári Fríðason Jensen hesa ferð gav munandi meira mótstøðu, var tað kortini ikki nóg mikið at koppa Alberti Weihe Wolfsberg, sum vann sítt fimta FM-heitið á rað. 

 

Einmansleikur, menn

1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) og Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
 

Einmansleikur, kvinnur

1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
2. Britt Michelsen (TBF)
3. Anja Wongwai (TBF) og Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025