- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur skal sita tveir mánaðir afturat

Málið móti einum 38 ára gomlum føroyingi, sum er varðhaldsfonglsaður í Hollandi í einum máli um pedofili, varð fyri í rættinum í Amsterdam mikudagin.

Rætturin gjørdi av, at maðurin skal sita í varðhaldi í tveir mánaðir aftrat. Hann varð handtikin í Hollandi fyri einum ári síðani, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 8. mars i fjør.

Maðurin er skuldsettur fyri at hava rindað eini kvinnu í Filipsoyggjum pening, aftur fyri at noyða tvey børn undir skúlaaldur til at spæla við hvønn annan kynsliga framman fyri einum upptølutoli. Hann er eisini skuldsettur fyri í 2010 - saman við øðrum - at hava havt samlegu við eina gentu, fødd í 2009, og fyri at selja barnapornografiskt tilfar.

Revsirættarligu kanningarnar eru nú lidnar. Málið kemur eftir ætlan fyri í rættinum í Amsterdam í juni mánaði.

Almenni ákærin hevur eisini biðið um at fáa eina psykiska og psykiatriska kanning afturat av manninum. Kanningarnar verða lidnar, áðrenn varðhaldsfongslingin gongur út í mai

Sambært hollendska ákæruvaldinum hevur føroyingurin játtað seg sekan í øllum skuldsetingunum, men hesum vísir Dijkr-stra, sum er verji hjá skuldsetta manninum, aftur. Verjin hevur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið.