Fjølmentaðar kvinnumyndir

Fjølmentaðar kvinnumyndir
Fjølmentanarvika er nú um dagarnar. Í tí sambandi er ein serlig myndaframsýning í Norðurlandahúsinum, sum Altjóðahúsið skipar fyri
30.10.2026 - 19:38

Í hesum døgum er ein serlig framsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum, sum Altjóðahúsið hevur skipað fyri. Jóna K. Thomsen er ráðgevi hjá Altjóðahúsinum, og hon greiðir frá framsýningini og fjølmentanarvikuni.

- Alt tað, sum vit gera, snýr seg um at varpa ljós á tær mentanirnar, sum eru í Føroyum. Hetta er so ein annar máti at gera tað. Vit hugsaðu, at tað hevði verið stuttligt at gjørt eina myndaframsýning, har vit para føroyskar sniðgevar við nakrar av teimum damunum, sum eru fluttar til Føroya.

Kvinnur við útlendskari bakgrund fingu møguleika at bjóða seg til professionella myndatøku. Og tær vórðu so eisini bodnar at taka ein lut við, sum onkursvegna umboðar teirra mentan.

- Tær vórðu so paraðar við einum sniðgeva í part, sum so gjørdi eitt dress purtur úr hesum lutinum.

Tvær kvinnur úr Brasil
Suellen Gomes er Amazonas í Norðurbrasil. Hon greiðir frá sínum luti og sínari mynd.

- Eg havi tikið cocar við, sum tit síggja. Tað brúka vit í Norðurbrasi. Upprunafólkið brúkar tað. Tá fuglar missa fjarðar, taka vit teir upp og gera okkara cocar.

Navnið á framsýningini er Áarmót, sum er týðing av enska Watersmeet. Jóna K. Thomsen sigur, at tað er eitt poetiskt heiti fyri eitt stað, har áir renna saman í eina.

Isabel Dinis Winther er úr Suðurbrasil, og hon greiðir frá sínum luti.

- Eg hevði eitt te við, chimarrão. Vit drekka te saman, tá vit eru glað, tá vit eru kedd, tá vit bara práta. Tað er okkara drekkamunnur.

 

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672