Óli hitar upp til landsdyst á Champions League-vikuliðnum

Óli hitar upp til landsdyst á Champions League-vikuliðnum
Avrikið hjá Óla Mittún fyri GOG ímóti Sporting hevur givið honum pláss á Champions League-vikuliðnum. Mikudagin spæla hondbóltsmenninir við Tjarnir, har Kosovo vitjar
Óli Mittún skoraði 11 mál ímóti krútsterka Sporting-liðnum, sum eisini endaði við at vinna við tveimum
Mynd: Casper Theilgaard/GOG  
 
30.10.2026 - 19:25

Frálíka avrikið hjá Óla Mittún fyri GOG ímót Sporting hevur givið honum eitt pláss á Champions League-vikuliðnum hjá EHF. 

Bakspælarin skeyt 11 mál og legði upp til fýra í 37-35 tapinum fyri "Kiko" Costa og hinum portugisarunum, sum vunnu bólkin frammanfyri júst GOG.

LES EISINI: Óli málglaður í tapi fyri Sporting

Fjónliðið endaði nummar tvey og skal royna seg í miðumfarinum, har mótstøðan verður øgilig.

Á vikuliðnum endaði Óli Mittún í bakketuni saman við Elohim Prandi úr PSG og Mathias Gidsel úr Füchse Berlin. Ionuț Ciprian Iancu úr Dinamo Bucuresti er málverji, William Höghielm úr Kristianstad er á strikuni, Dragan Pechmalbec úr Veszprem er verjuspælari, høgri vongur er Leon Stehl úr Melsungen og vinstri vongur er fyrrverandi liðfelagin hjá Óla Mittún, Frederik Friche Bjerre, sum nú spælir við Wisła Płock.

Unga føroyska landsliðsstjørnan hevur spælt sera væl higartil hetta kappingarárið, og tað boðar frá góðum, nú EM-undankappingin hjá manslandsliðnum fer í gongd.

Mikudagin vitjar Kosovo við Tjarnir, har Føroyar mugu sigast at vera greiður favorittur, og sunnudagin skulu føroyingarnir royna seg í Montenegro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723