- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja fyrst hava grannskoðarar í Føroya rætt

Skal grannskoðaramálið í rættin, skal tað fyrst í Føroya rætt.

Løgmansskrivstovan vil ikki fara beint í Landsrættin við málinum, soleiðis sum advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum, sum ætla at stevna løgmanni, mælti til.

Christian Andreassen, advokatur, sigur, at hetta málið er so prinsipielt, at tað uttan iva ber til at kæra tað til Hægstarætt eftir, at Landsrætturin hevur dømt í málinum. Tí kann tað byrja í Landsrættinum.

Men tað halda tey á Løgmansskrivstovuni ikki.

Christian Andreassen sigur, at hann nú fer at fyrireika stevningina, men fyrst skal hann tosa við grannskoðararnar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21.februar avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum.

Orsøkin er, at grannskoðararnir ikki hava kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Men fimm grannskoðarar hava tó fingið trý ár til at standa kravdu royndina.