- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýval verður í Grikkalandi

Nýval verður í Grikkalandi.

Tað sigur formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum Pasok, Evangelos Venizoles, sambært Reuters.

Forsetin í Grikkalandi gjørdi seinnapartin eina seinastu roynd at fáa flokkarnar at semjast um at skipa stjórn, men tað miseydnaðist, og tí verður nýval.

Samráðingarnar slitnaðu bert níggju dagar eftir tjóðartingsvalið, har eingin flokkur fekk neyðuga meirilutan at skipa stjórn. Sostatt er eingin politisk loysn í eygsjón í Grikkalandi, og eygleiðarar vænta, at tað bert er ein spurningur um tíð, til landið noyðist at fara burtur úr evru-samstarvinum.

Enn er ikki avgjørt, nær nýval verður, men nógv bendir á, at tað verður miðskeiðis í juni. Ein fyribilsstjórn verður skipað í morgin, sigur ein talsmaður fyri forsetan, Karolos Papoulias.

Í stjórnarloysi

Grikkaland hevur ligið í stjórnarloysi síðani tjóðartingsvalið. Tríggir floksleiðarar og forsetin hava roynt at skipa ein samgongustjórn, men til fánýtis.

Úrslitið av valinum vísti, at í tinginum sita nú flokkar, sum annaðhvørt eru fyri ella ímóti krepputiltøkunum, ið vórðu sett í verk, til tess Grikkaland kann fáa lán úr øðrum evru-londum.

Og henda støðan ger, at eingin møguleiki er at skipa samgongustjórn.