- Tíðindi, mentan og ítróttur
Laksur er størsta útflutningsvøran

Fyrsta ársfjórðing útflutti alivinnan 14.672 tons av laksi fyri 431 milliónir krónur.

Sostatt umboðaði alivinnan 38 prosent av øllum útflutninginum, og laksur er enn størsta føroyska útflutningsvøran, skrivar Vinnuhúsið.

Laksaprísirnir vóru sera høgir fyrsta ársfjórðing í fjør, og at teir eru lækkaðir, sæst aftur í hagtølunum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hóast nøgdin av laksi, sum varð útflutt fyrsta ársfjórðing í ár, var 64 prosent størri enn sama tíðarskeið í fjør, var virðið bert 12 prosent størri.

Sambært hagtølum frá Hagstovuni var meðalprísurin alt tíðarskeiðið 26,31 kr. fyri kilo.

Minni varð útflutt til USA fyrsta ársfjórðing í ár, men laksaútflutningurin til Russland og Kina veksur støðugt.