- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael kann samstarva við egyptisku stjórnina

Ísrael heldur góðar møguleikar vera at samstarva við nýggju egyptisku stjórnina, hóast nýggi forsetin horyir til Muslimska Brøðralagið.

Tá tað frættist, at Mohamed Morsi hevði vunnið forsetavalið í Egyptalandi, søgdu fleiri ísraelskir viðmerkjarar seg stúra. Men Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, er bjartskygdur:

- Vit vænta okkum gott samstarv við nýggju egyptisku stjórnina, við støði í friðaravtaluni millum Egyptaland og Ísrael, segði Netanyahu fyri tíðindafólkum eftir ein fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Jerusalem.

- Friður er av størsta týdningi fyri Ísrael og Egyptaland, segði ísraelski forsætisráðharrin.

Ehud Barak, verjumálaráðharri, er meira varin. Hann sigur, at við nýggju valdsharrunum í Egyptlandi eru bæði møguleikar og avbjóðingar.

Mohamed Morsi hevur sagt, at hann ætlar at endurskoða friðaravtaluna við Ísrael. Tó hevur hann einki sagt um, at Egyptaland ætlar at ógilda avtaluna.