- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknar gjørt seg inn á kvinnur

Frá 2008 til 2010 gjørdu 12 læknar í Noreg seg kynsliga inn á 39 kvinnur. Tær kærdu, og allir læknarnir mistu loyvið at virka í Noreg.

32 av hendingunum vórðu framdar av útlendskum læknum, sum virkaðu í Noreg, meðan tvær hendingar vórðu framdar av norskum læknum, sum høvdu fingið útbúgving í øðrum londum.

Nakrir av læknunum mistu rættin at virka sum læknar, tí brotsverkini vóru somikið ógvuslig. Ein av læknunum varð í fjør dømdur fongsulsrevsing í hálvtannað ár, tí hann hevði gjørt seg kynsliga inn á 16 kvinnur. Fleiri av hinum læknunum eru dømdir styttri fongsulsrevsing.

Norska Dagbladet skrivar, at hóast læknarnir hava mist loyvið at virka í Noreg, so kunnu teir framvegis virka í øðrum londum.