Nývalda løgtingið samankomið

Nývalda løgtingið samankomið
Á tingfundi í dag varð nýggjur tingformaður valdur, eins landsstýrið er mannað av nýggjum. Tað var ein heilt serligur dagur fyri onkran
13.04.2026 - 20:33

Nýggja løgtingið, sum var valt á løgtingsvalinum 26. mars, kom fyrstu ferð saman klokkan 10 í dag.

 

Sambært reglunum í tingskipanini fall tað til Jenis av Rana at sita sum formaður í fyrstu atløgu. Eftir, at onkur formlig viðurskifti vóru avgreidd, varð løgtinsgformaður valdur.

Bert eitt uppskot var til formann, Johan Dahl í Sambandsflokkinum. Og hann er nú nýggjur løgtingsformaður.

Okkurt hendi, tá løgmaður skuldi veljast
Síðan var tað val av løgmanni. Og tá gjørdi nývaldi tingformaðurin eitt lítið mistak.

Men tað bleiv skjótt rættað, og nýggjur løgmaður varð valdur. Beinir Johannesen er nú løgmaður, og nýtt landsstýri er mannað.

Umframt løgmann eru landsstýrisfólkini hesi:

Uttanríkis- og fiskivinnumál; Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin
Fíggjarmál; Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Vinnumálum; Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Almanna- og bústaðamálum; Margit Stórá, Javnaðarflokkurin
Heilsu- og orkumál; Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin, Miðvágur.
Mentamálum; Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin

Serligur dagur
Tá nýggja løgtingið kom saman vóru nógv kend andlit at síggja, men onkur nýggj fólk eru eisini millum tingfólkini. Hjá teimum nýggju er tað sjálvandi ein heilt serligur dagur at koma til arbeiðis, og tingið verður sett fyrstu ferð.

Men dagurin var heilt serligur fyri eina, sum sat í tingsalinum og fylgdi við. Johild Johannesen er omma Beinir Johannesen, sum júst er blivin løgmaður, og mamma Aksel V. Johannesen, sum júst er farin frá sum løgmaður, og nú hevur fíggjarmál.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096