- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn útflyta veðurvánirnar

Ugandiskir fiskimenn á
Viktoriavatninum, týskir flugufiskarar á feriu í Noregi og norðmenn á vitjan í
Føroyum. Teir hava eitt til felags, og tað er at tey vitja norsku
veðurheimasíðuna yr.no.

Sambært Aftenposten og NRK, so
vóru 160.000 suðurafrikanskir bøndir inni á síðuni bara í juni og hugdu eftir
hvussu veðurvánirnar vóru í teirra heimlandi.

Erik Bolstad, ið hevur
dagligu ábyrgdina fyri yr.no hjá NRK, sigur í samrøðu við Aftenposten, at hetta
eru upplýsningar sum tey hava fingið. Hann kann ikki vátta at talið er so
stórt, men hann frøðist um stóra áhugan fyri yr.no, ið bæði er at finna í
Noregi og í heiminum annars.

Bøndir lesa yr.no

Yvirlitið hjá yr.no vísir
millum annað at tey í juni høvdu vitjan av 227 brúkarum úr Uganda og 161.000 í
Suður-Afrika. Hesir brúkararnir hugdu eftir tilsamans 618.000 síðum í juni.

Bolstad sigur at orsøkin
til at so nógv úr Suður-Afrika hava uppdagað yr.no er uttan iva at dagblaðið
sum flestu suðurafrikansku bøndirnir lesa er farið at vísa til yr.no. Blaðið
brúkar veðurtænastuna hjá yr.no, og vísir til netadressuna.

Gekk betri enn nakar
tordi at hugsa

NRK og Meteorologisk
Institutt samstarva um yr.no. Hvørgin av stovnunum høvdu stórar vónir um at
heimasíðan skuldi gerast nógv meir enn ein av mongum tænastum sum norska
kringvarpið bjóðar. Tá tænastan byrjaði í 2007 vóru yr-partarnir nøgdir um
300.000 hugdu inn á síðurnar um vikuna. Tað vísti seg at tvær milliónir komu at
hyggja beinanvegin, og síðani er talið á brúkarum bara voksi.

Yr er fyrst og fremst ein
tænasta til norðmenn, og tænastan til bøndirnar í Suður-Afrika kostar teimum
einki. Talan er um veðurvánir sum norska tænastan fær inn ymsastaðni frá og sum
so verður løgd inn á yr.no.

Ókeypis tænasta

Orsøkin til at yr.no er
so vælumtókt er at talan er um eina ókeypis tænastu sum man kann síggja
allastaðni. Til dømis hava sviar eina tænastu sum kostar at brúka, men norðmenn
valdu fyri nógvum árum síðani at hendan tænastan skuldi vera ókeypis, tí talan
er um ein stovn sum verður fíggjaður um norska ríkiskassan, og er tí goldin av
skattagjaldarunum.

Og meðan tað kostar hjá
svium at sleppa inn á sínar veðurtænastur á netinum, so valdu tríggjar
milliónir sviar í juni at fara inn á yr.no fyri at vita hvussu veðrið er í
Svøríki.

Hesi brúktu yr.no í juni 2012

(Yvirlitið vísir hvussu nógvir "unikir" brúkarar vóru úr nøkrum útvaldum londum í juni)

* Noreg 4.674.882
* Svøríki 2.862.338
* Danmark 304.430
* Tjekkia 301.405
* Týskland 236.775
* Stórabretland 205.222
* Finnland 168.544
* Suður-Afrika 161.053
* Pólland 157.510
* Estland 145.384
* Kili 24.278
* Saudi-Arabia 6.388
* Uganda 227
* Marshalloyggjarnar 1