- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea noktaði at fara á vøllin

Tað eydnaðist fyrireikarunum at fornerma Norðurkorea so dyggiliga, at dysturin bleiv seinkaður ein tíma.

Orsøkin var, at skeivt flagg varð víst á stórskermunum, tá liðið hjá Norðurkorea skuldi spæla. Og tað var ikki flaggið hjá hvørjum sum helst. Flaggið, sum varð víst, var flaggið hjá grannatjóðini Suðurkorea, sum er stóri fíggindin hjá Norðurkorea.

Noktaðu at spæla

Leikararnir hjá Norðurkorea noktaðu at fara á vøllin. Ikki fyrr enn tær høvdu fingið umbering frá fyrireikarunum og ein almenn umbering var latin Norðurkorea. Eisini varð flaggið skift út við tað rætta.

Norðurkorea vann dystin 2-0.